Fótbóltur

Viðmerkjarar eru rúkandi ósamdir um Víking

- Tróndur, nú vrøvlar tú...tig! Hetta fekk Tróndur Arge at vita, áðrenn hann aftur helt fyri, at Oddbjørn Joensen og Tróndur Vatnhamar ikki virdu strategiina hjá Víkingi. Í eini tjúgu minuttir kjakaðust teir í Fótbóltspráti dúgliga um hetta.

Oddbjørn Joensen heldur, at neyðugt er hjá Víkingi at styrkja hópin eitt sindur - Tróndur Arge hevur eina aðra hugsjón (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Oddbjørn Joensen heldur, at neyðugt er hjá Víkingi at styrkja hópin eitt sindur - Tróndur Arge hevur eina aðra hugsjón (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-13 11:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótboltsprát er ein av best umtóktu sendingunum hjá Kringvarpinum, og mánadagin klokkan 13 var hon aftur eftir steðg í fýra vikur. 

Hetta gekk ikki friðarliga fyri seg.

Sum í sambandi við onnur evni, millum annað manslandsliðið fyri einari tíð síðani, vóru tað í stóran mun vertirnir Tróndur Vatnhamar og Oddbjørn Joensen móti Tróndi Arge.

Í hesum førinum var evni Víkingur, sum ikki stóð seg væl í Champions League fyrr í summar.

Oddbjørn vísti á, at føroyameistararnir burdu styrkt hópin áðrenn hesa kappingina og veruliga fara eftir evropeiska møguleikanum. Vatnhamar var sum so við í hesum, meðan Arge peikaði á, at hetta ikki er í tráð við strategiina hjá Víkingi.

Síðani helt tað á í hesum sporinum í umleið tjúgu minuttir - onkutíð fór tað kanska eitt sindur av sporinum - har nøkur áhugaverd punkt vórðu tikin fram.

Hoyr sendingina her - Fyrstu 22 minuttirnar snúgva seg um Víking, meðan onnur evropeisk avrik og 18. umfar í Betrideildini vóru viðgjørd

Munurin millum framferðarháttin hjá KÍ og Víking varð tikin fram. Hesi bæði hava stórar evropeiskar uppgávur á útivølli í morgin, hósdagin. Tey skulu royna at spæla seg víðari til play-off umfari í Conference League

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2

Talan er um føroyskar tíðir

Sí eisini: Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder