
Seinnapartin savnast føroyski manslandsliðshópurin á Tórsvølli til fyrstu venjingina, og fyrstu fyrireikingarnar saman, upp til dystirnar móti Kroatia og Gibraltar.
Tann fyrra uppgávan er á Tórsvølli fríggjakvøldið, og tann seinna er í Gibraltar um eina viku.
Til úttøkuna fyri einari viku síðani fylti tað nógv, tá Eyðun Klakstein greiddi frá, at tríggir spælarar hjá suverna KÍ-liðnum ikki vóru við hesaferð. Teir vóru heldur overvaðir.
- Har eru millum annað tríggir KÍ'arar, sum kundu verið partur av hópinum, men sum ikki eru úttiknir hesaferð: Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen. Tað kemst av, at allir hava snuddir at dragast við, teir eru slitnir - og hava skaðar sum gera, at vit meta, at tað besta er, at teir ikki koma við í september.
Talan er um landsliðsliðformannin og miðvallarmotorin, stinna all-round spælarin sum kann gera lívið súrt hjá álopskendu profilunum á hinum liðnum og matchvinnaran móti Gibraltar, sum er ágangandi
Sí eisini: - Hallur, Patrik og René eru ov skaðadarvaðir og slitnir í løtuni
Hópurin sæst niðast í hesari greinini
- Ikki nóg góð stýring av spælaratilfeinginum
Tað var heldur óvæntað, at hesir spælararnir skuldu sita heima hesaferð. Hetta varð eisini nortið við til endans av sendingini "Fótbóltsskýlið" á FM1 fríggjadagin.
Har segði Ronnie Thomassen seg serliga væl skilja, hví Hallur Hansson ikki verður tikin við - tí knæðið hjá landsliðsliðformannin skal verjast. Hallur sleit krossbandið fyri trimum árum síðani og fekk eitt slag av afturfalli seint í 2023. Men í rásarúminum vórðu spurnartekin annars sett við hesa serstku støðuna:
- Vit hava sitið og sagt alt kappingarárið, at KÍ hevur ein stóran hóp(...) nú vísir tað seg, at teir í landskappingini ikki hava rokera, í mun til hvat teir hava fólk til. Tað er eitt sindur undrunarvert, at man ikki hevur dugað nóg væl at passa uppá spælararnar, so at man endar í hesari støðuni. Hatta er ikki nóg góð stýring av spælaratilfeingi sínum - man burdi slett ikki verið í hesari støðuni eftir mínum tykki, staðfestir Ronnie Thomassen.
Áki Johansen er royndur venjari og greinari, sum millum hevur verið tilknýttur A-landsliðnum áður. Hann harmast um, at tríggir so royndir og dygdargóðir spælarar, ikki verða mettir at vera tøkir: Tí teir kunnu gera stóran mun.
Tó staðfesta báðir viðmerkjararnir, at har er ein glotti í støðuni: At aðrir, millum annað yngri spælarar sum Geza David Turi, kunnu koma framat.
Hallur Hansson er nú 33-ára gamal, eitt ár eldri enn René Shaki Joensen. Hallur hevur verið við hvørjaferð undir verandi landsliðstoymi, men knæðið darvar aftur liðformannin nakað eftir eitt strævið summar (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Hallur Hansson: - Eg eri eitt sindur errin av at vera komin her til aftur
- Peikar aftureftir við Jóan Símuni
Í mun til áleyparaplássið er Ronnie Thomassen tó bersøgin:
- Eg hevði nógv heldur sæð Patrik Johannesen á liðnum enn Jóan Símun Edmundsson. Eg haldi, at úttøkan av Jóan Símuni Edmundsson peikar aftureftir.
Hetta er fyrstu ferð, at Jóan Símun Edmundsson er á upprunaliga listanum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen - talan er um fjórðu úttøkuna samanlagt hjá hesum venjaratoyminum. Jóan Símun kom tó inn í hópin sum avloysari fyri Petur Knudsen í juni og var við í avgerandi málinum móti Gibraltar.
34-ára gamli toftamaðurin í KA Akureyri setur met fyri A-landsdystir hjá monnum, um hann spælir í báðum dystunum hesaferð.
Til ber at Fótbóltsskýlið frá fríggjadegnum her - landsliðið verður umrøtt síðst í sendingini (Frá 42.45)
Trygvi Absalonsen er vertur, og Ronnie Thomassen og Áki Johansen eru hansara gestir.
Sí eisini: Málið um Atla Gregersen: - Hetta er óvirðiligt fyri føroyskan fótbólt
-------------------------------------------
Hópurin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn *
Verjspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland) **
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland) *
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn **
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) - leigaður úr NK Celje
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town, Grimsby Town (Ongland) *
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð Fredrikstad FK (Noreg) *
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson KA Akureyri (Ísland) ***
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark) *
* Við í mun til seinast
** Framvegis heldur ivasamir
*** Varð ikki úttikin í fyrstu syftu men avloysti skadda Petur Knudsen til dystin móti Gibraltar
HM-undankappingardystir í september:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar
Sølan til heimadystin gongst ógvuliga væl, og er eina langsíðan so at siga útseld. Til ber at keypa atgongumerki til Føroyar - Kroatia her
Sí eisini: Luka Modric vitjar á Tórsvølli um eina viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald