
Lincoln Red Imps liggur nú til at koma víðari úr 1. umfari í Champions League, men hetta fer Víkingur at royna at broyta í morgin.
Í leguni hjá føroyameistarunum vita teir, at teir kunnu gera tað betri og vera neyvari enn í fyrra dystinum í Klaksvík týskvøldið. Hann endaði 2-3.
Lincoln hevur heimavøllin tíðliga týskvøldið - klokkan 17.30 lokala tíð - og tað innber ein dyst, sum eftir veðurforsøgnunum verður spældur í minst 25 hitastigum.
Tað er eisini heldur slavið og lítil vindur í Gibraltar, men síðani mánamorgunin hava víkingarnir roynt at vant seg við tað.
Frá venjingunum á nýggja vøllinum á Europa Point leikvøllinum (Myndir: Víkingur)
Sí eisini: Víkingarnir høvdu langan ferðadag í gjár
Víkingur verður uttan leikbannaða Olaf Bárðarson til útidystin. Vinnur Vìkingur við einum máli í vanligari leiktíð. verður talan um longda leiktíð á Gibraltar.
Seinni dysturin millum Víking (2) og Lincoln Red Imps (3) byrjar klokkan 16.30 føroyska tíð.
Til ber at stroyma hann fyri eitt gjald á eini 75 krónur her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald