Fótbóltur

Víkingur handaði HB fyrsta landskappingartapi undir André Olsen

HB kundi lagt seg á odda í deildini og skoraði eisini fyrst í Sarpugerði, men tvey skjót mál frá Víkinga-verjuspælarum tryggjaðu liðnum fyrsta sigurin í ár.

Arnbjørn Svensson spældi ein góðan dyst, og tað var landsliðsmiðverjin, sum javnaði til 1-1 og harvið skoraði fyrsta landskappingarmál Víkings í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arnbjørn Svensson spældi ein góðan dyst, og tað var landsliðsmiðverjin, sum javnaði til 1-1 og harvið skoraði fyrsta landskappingarmál Víkings í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-01 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll málini komu í 2. hálvleiki, tá seinasti dysturin í 3. umfari í Meistaradeildini hjá monnum í kvøld varð spældur í Sarpugerði. Talan var um dystin millum Víking og HB, sum var útsettur tvær ferðir.

Heimaliðið var betra liðið fyri steðgin og hótti eisini HB-málið nakað. Tó gjørdist ikki talan um nógvar upplagdar málmøguleikar - fýrverkið kom eftir steðgin.

Storm Bugge Pettersen skoraði í báðum umførunum fyri landsliðssteðgin, og ungi norski áleyparin hjá HB helt í kvøld fram, har hann slepti. Storm skoraði til 0-1, tá ein tími var spældur í Sarpugerði.

Víkingarnir hildu tó á at stríðast, og í 73. minutti skoraði liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen sítt fyrsta kappingarmál í 2026. Talan var um hornaspark, sum innskifti Aron Benjaminsen legði inn í pannuna hjá Arnbirni Svensson. 1-1 og tríggjar minuttir seinni, sló ein verjuspælari aftur til fyri Víking.

Talan var um unga og eyðsýnda høgra bakkin, Jósef Ólavsson Gleðisheygg. Hann kom væl fram við, Sølvi Vatnhamar fann hann, og so smekkaði Jósef bóltin niður í longra málhornið. Fyrsta málið í meistaradeildini hjá 18-ára gamla víkinginum, sum júst hevur spælt sín fyrsta U21-landsdyst eisini, og tað tryggjaði heimaliðnum trý kærkomin stig.

Tí HB megnaði ikki at svara aftur í Norðragøtu. Harvið vann Víkingur fyri fyrstu ferð í fimm kappingardystum á HB, og hetta varð fyrsta landskappingartapið hjá HB undir André Olsen - og tað fyrsta í Føroyum fyriuttan stórsteypadystin. Talan varð um 21 landskappingardystir á rað uttan tap, men við fyrsta sigrinum hjá Víkini í ár, er hetta broytt.

Harvið misti HB harvið møguleikan at leggja seg á odda í Meistaradeildini, har einki lið er ósigrað eftir trý umfør.

Meistaradeildin menn, 3. umfar
Mikudagin 1. apríl - útsettur frá 20. mars og 23. mars
Víkingur - HB 2-1 (0-0)
62' Storm Bugge Pettersen 0-1
73' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 1-1
76' Jósef Ólavsson Gleðisheygg (Sølvi Vatnhamar) 2-1

Sí meira um dystin her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder