Fótbóltur

Víkingur, NSÍ og KÍ eru í pottinum í morgin

Føroyameistararnir skulu spæla í Champions League og fáa sína lagnu at vita stutt eftir døgurða týsdagin. Klokkan 15 byrjar Conference League-lutakastið, har annað føroyska liðið er styrkismett, og hitt ikki er.

Bæði KÍ og NSÍ byrja í 1. umfari í Conference League. KÍ er styrkismett, meðan NSÍ ikki er tað - havið fær NSÍ allarhelst sterkari mótsstøðu miðskeiðis í juli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang=

Bæði KÍ og NSÍ byrja í 1. umfari í Conference League. KÍ er styrkismett, meðan NSÍ ikki er tað - havið fær NSÍ allarhelst sterkari mótsstøðu miðskeiðis í juli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang=

2025-06-16 16:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður ein spennandi dagur í sveisiska Nyon í morgin, tá lutakastið til fyrsta undanumfari í ymisku evropeisku kappingunum vera.

HB kemur inn í 2. umfari í Conference League, og harvið eru steypavinnararnir ikki í pottinum fyrrenn mikudagin.

Víkingur, NSÍ og KÍ kunnu tó veruliga byrja at fyrireika seg í morgin.

Byrjað verður við 1. umfari í Champions League. Tí er Víkingur í sum føroyameistari. Lutakasti har byrjar klokkan 13. Møguleikarnir hjá teimum úr Eysturkommunu eru til vinstru her.

[object Object]
GG: Liðini til vinstru trekkja eitt av teimum, sum er til høgru

Sum tað sæst omanfyri er Víkingur ikki styrkismett. Slíkar verða gjørdar eftir evropeiskum úrslitum fimm árini. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur gamaní spælt seg víðari tvær ferðir í Conference League (í 2022 og í 2024 - í báðum førum úr 1. umfari), men nógv av liðunum í hesum riðlinum hava spælt heilt nógvar evropeiskar dystir seinastu árini.

Har eru tó framvegis fínir møguleikar fyri einum rímiligum lutakasti hjá Víkingi - um man ikki rakar okkurt av heilt ovarligu liðunum. Kemur Víkingur ikki víðari úr 1. umfari í Champions League verður ein nýggjur møguleiki - í 2. umfari í Conference League.

[object Object]
Føroyameistararnir skulu royna seg í strstu evropeisku kappingini. Hetta verður fyrstu ferð hjá Víkingi síðani 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ skulu royna at spæla seg víðari úr 1. umfari í Conference League. Har hevur KÍ betri fyritreytir - bæði vegna evropeisku royndir og vegna styrkismeting. Føroysku iðini eru hvør sínu megin, men kunnu ikki møta hvørjum øðrum.

[object Object]
GG: Liðini til vinstru trekkja eitt av teimum, sum er til høgru

KÍ kann veruliga fáa eina uppgerð, har liðið er rímilga greiður favorittur. Liðið úr Klaksvík er styrkismett fimthægst av øllum í umfarinum.

Lutakastið hjá KÍ og NSÍ byrjar klokkan 15 føroyska tíð.

Til bæði Champions League og Conference League er tað so, at liðini verða paraði í smærri bólkar á sjálvum degnum. Harvið vera í verulikanum bert 5-6 møguleikar í Champions League (Víkingur) og helst eisini í Conference League. Meira um hetta fyrrapartin í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder