
Tað verður Skála ímóti KÍ, og Víkingur, sum á heimavølli tekur ímóti HB, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar.
Sum skráin liggur nú, so verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. september.
Í fjórðingsfinalunum, sum blivu spældar í gjár, hósdagin, vóru úrslitini hesi: KÍ – FC Hoyvík, 9-0, Skála – 07 Vestur 6-2, Víkingur – B36 3-0, og aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping vann HB 3-0 á NSÍ við Løkin í Runavík.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald