
Tá man rýkur út úr 1. umfari í Champions League, fær man ein eyka møguleika í Conference League.
Víkingur var annað av liðnum úr Champions League, sum trekti fríumfar í 2. umfari í Conference League. Tí spæla føroyameistararnir ikki í hesari vikuni ella evropeiskt í næstu viku.
Víkingur kemur inn í Conference League í 3. umfari, og fyri lítlari løtu síðani var lutakastið til Champions Path í hesari kappingini.
Har gjørdist greitt, at liðið tekur ímóti Zalgiris ella Linfield í 3. umfari Conference League 7. august á Tórsvølli.
Vikuna eftir skulu víkingarnir av landinum - til høvuðsstaðin í Litava ella til høvuðsstaðin í Norðurírland.
Hetta veldst um, hvør vinnarin verður, tá Zalgiris Vilnius og Linfield úr Befast bresta saman í hesari vikuni og í næstu vikuni.
Conference League 3. umfar:
Týsdagin 7. august: Víkingur - Zalgiris/Linfield (skal spælast á Tórsvølli tá tað er Q3)
Týsdagin 14. august: Zalgiris/Linfield - Víkingur (Í Vilnius ella Belfast)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald