
Víkingur varð í fyrru hálvu av juli varpað út eftir tvey tepur tap móti Lincoln Red Imps í 1. umfari í Champions League.
Tá hetta hendir, so fær eitt lið ein eyka møguleika í Conference League. Har var Víkingur annað av liðunum, sum í lutakastinum trekti eitt fríumfar.
Víkingur tapti í Klaksvík í 1. umfari í Champions League - nú er tað Tórsvøllur og Conference League (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið spældi liðið úr Eysturkommunu ikki í 2. umfari í kappingini, har KÍ kom víðari móti serbiska Radnicki við samanløgdum 1-0 sigri, og HB fall við æru móti Brøndby.
Til 3. umfar trekti Víkingur norðurírska meistaraliðið Linfield. Sum in.fo vísir á, vann Linfield í árunum 2012-2019 fimm av fimm ferðum møguligum móti føroyskum feløgum, og í trimum øðrum førum hava norðurírsk feløg koppað feløgum úr Føroyum.
Tó var talan um eitt fínt lutakast, tá Víkingur ikki var styrkismett til umfarið, tí vanliga liggur tað til tættar dystir millum Linfield og tey úr Føroyum - norðurírska deildin er heldur ikki millum tær krútsterku í Evropa.
Víkingur skal í morgin og í Belfast í næstu viku avrika nakað betri; vera kaldari og meira avgjørt í báðum endum enn í Champions League; serliga í mun til fyrra dystin móti Red Imps. Tað er eisini týðandi at fáa gott útgangsstøði í dystinum á Tórsvølli.
Fyrri dysturin millum Víking og Linfield byrjar samstundis sum Summar Festivalurin í Klaksvík byrjar. Atgongumerki til dystin á Tórsvølli skulu keypast áðrenn - hann kann eisini stroymast fyri eitt gjald á SolidSport.
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald