
Fyrsti dystur í 17. umfari í Betrideildini varð spældur ólavsøkuaftan, tá TB óvæntað vann 2-0 á B36 í Gundadali. Hetta merkti, at TB for uppum niðurflytingarstrikuna, og at B36 misti fet í stríðnum í 4. plássið.
Víkingur tók av hesum í kvøld, og samstundis gjørdist trýstið á 07 Vestur í botninum ikki minni.
Víkingur spældi í-Champions League í juli, og liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal spæla fyrra dystin í 3. umfari í Conference League hóskvøldið. Í fyrsta dystinum hjá føroyameistararunum eftir summarsteðginum gekk tað skjótt at skora mál: Eftir tíggju minuttir legði Ari Olsen væl innfyri úr høgru - við høgru uttarusíðu - og Ragnar Skála var áðrenn Ari í Haraldsstovu Petersen á bóltinum.
Eitt korter seinni fann Mikkel Hyllegaard argentinan Tobias Fabian Giusti - báðir útlendsku áleyparnir høvdu sníkt seg ímillum í Víkinga-brotsteignum.
Tað var 1-1 leingi. Víkingur hevði leikligu yvirvágina og onkrar málmøguleikar, og í 83. minutti, nakrar minuttir eftir at útiliðið burdi fingið brotsspark, bragdaði hjá favorittunum.
Atli Gregersen fann við góðari sending Ara Olsen, høgri bakkurin rann eitt sindur við bóltinum og legði síðani hart innfyri. Bólturin kom í eitt 07-bein, og tá Magnus Holm Jacobsen so skuldi rudda bóltin burtur, skeyt miðvallarin ístaðin bóltin í egið mál.
Harvið gjørdist eitt sjálvmál hjá Magnusi avgerandi í fyrsta dysti hansara aftur í 07 Vestur eftir skiftið hjá B68 - hann gjørdi annars mun á miðvøllinum í dag.
Magnus Holm Jacobsen er aftur í 07 og skal royna at hjálpa liðnum í botnstríðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)
07 Vestur hevur harvið framvegis bert 7 stig og harvið eftir suðuroyarfeløgunum í botnstríðnum.
Tey trý stigini hjá Víkingi í dag kunnu verða týðandi í topp-fýra stríðnum. Nú eru tvey stig niður til B36.
Betrideildin 17. umfar
Leygardagin 2. august
07 Vestur - Víkingur 1-2 (1-1)
11' Ragnar Skála (Ari Olsen) 0-1
26' Tobias Fabian Giusti (Mikkel Hyllegaard) 1-1
83' Sjálvmál (Ari Olsen) 1-2
Ólavsøkuaftan, 28. juli
B36 - TB 0-2 (0-0)
52' Joel Sundström 0-1
84' Mohamed Samba 0-2
Sí eisini: TB ognartók Gundadal á ólavsøku
Í morgin, sunnudagin 3. august
17.15: B68 - NSÍ
Mánadagin 4. august
16.00: FC Suðuroy - HB
EB/Streymur - KÍ er fluttur til 24. september orsakað av evropeiska dystinum hjá KÍ týskvøldið á Tórsvølli. Tey skuldu annars spæla í morgin
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald