Fótbóltur

Víkingur vant burturúr HB og vann seg aftur í steypafinaluna

HB var á odda eftir fyrru hálvfinaluna, men Víkingur sat á øllum í Sarpugerði. 4-0, Jákup Johansen og Sølvi Vatnhamar skoraðu tvey mál hvør, og harvið skulu Víkingur og KÍ spæla finaluna um Løgmanssteypið annað árið á rað.

40-ára gamli Sølvi Vathamar skorar her. Hann var í hopla við trimum málum og skal í september spæla í sínari steypafinalu nummar ellivu (Mynd: Jens Kr. Vang)

40-ára gamli Sølvi Vathamar skorar her. Hann var í hopla við trimum málum og skal í september spæla í sínari steypafinalu nummar ellivu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-25 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finalan um Løgmanssteypið 5.september verður ein endurtøka av henni frá 2025. 

Hetta sló Víkingur fast við sjey tumma seymi í Sarpugerði í kvøld. Har var eingin ivi um, hvat betra liðið var, og tá Sølvi Vatnhamar skoraði tvey mál innan tríggjar minuttir miðskeiðis í 2. hálvleiki, var heldur eingin ivi um útfallið longur: hB var væl og - ikki fyri teir - virðiliga sligið út.

Jákup Johansen skoraði tvær ferðir fyri steðgin - tað fyrra eftir frálíkt spæl hjá Víkingi og tað seinna eftir hornaspark.

[object Object]
Nógv at fegnast um hjá Jákupi Johansen, Jørgeni Nielsen og hinum í ljósabláum í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

Av tí at HB vann fyrru hálvfinaluni 2-1, skuldu teir í ljósabláum vinna dystin í kvøld, og tað sást eisini. Teir hjá HB vóru afturhaldnir, og ætlanin um at verja væl og dúva uppá mótálop eydnaðist ikki hjá Lukaszi Cieslewicz og liðið hansara. HB spældi við veikum úttrykki, meðan Víkingur so líðandi sprutlaði meira og meira.

Beint eftir steðgin vóru fleiri stórir møguleikar, har Bjarti Vitalis Mørk bjargaði HB, men sum nevnt punkteraði Víkingur uppgerðina við málum í 68. og 71. minutti. Tað var ein hartarbeiðandi og vælupplagdur Jørgen Nielsen, sum legði upp til málini hjá Sølva Vatnhamar, og hann átti eisini uppleggið til 1-0 máli.

Víkingur er í steypafinaluni fyri 11. ferð í søgu felagsins etir eitt sannførandi avrik. Hjá HB skal, aftur, sjálvsrannsakan til eftir ein dyst, har mest vinnandi føroyska felagið var næstbest á øllum økjum.

Myndir og samrøður seinni

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, hósdagin 25. juni
Víkingur - HB 4-0 (2-0)  - 5-2 samanlagt

Meira um dystin her

Í gjár, mikudagin 24. juni
NSÍ - KÍ 8-9 samanlagt (eftir longda leiktíð og brotsspørk)

Finalan um Løgmanssteypið: 
Leygardagin 5. september 
KÍ - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder