Fótbóltur

Víkingur vendi tí - men Stjarnan svaraði aftur

Varð 2-0 eftir ein tíma eftir at Aron Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu, og so lá tað til longda leiktíð eina løtu í Klaksvík. Men eitt bleytt dømt fríspark, vantandi uppdekking og eitt málverjudropp kostaðu Víkingi sigurin og møguleikan fyri víðari luttøku í Conference League.

Sølvi Vatnhamar skoraði aftur í Evropa - tað rakk tó ikki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar skoraði aftur í Evropa - tað rakk tó ikki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-16 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropiska árið hjá Víkingi er av eftir tveir dystir - hóast vitjunartíðin var har.

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skuldi venda tvey-máls tapið frá dystinum úr Íslandi, og tað sá út til at eydnast eina løtu.

Talan var annars um ein vánaligan fótbóltsdyst í 1- hálvleiki, har Stjarnan einki megnaði við bóltinum og ei heldur vildi nakað serlit. Og har Víkingur ikki megnaði at skapa møguleikar hóast yvirvág.

Men stutt inn í 2. hálvleik kom lív í. Víkingur fór veruliga at spæla skjótt og væl, Aron Benjaminsen og hinir hóttu, og í 59. minutti brast fyri nev. Eftir hornaspark kom bólturin út til Aron, sum eins og í Íslandi setti vinstra fótin á og umvegis íslendska málverjan í netið til 1-0 til Víking.

Tveir minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá Stjarnuni. Gott spæl hjá Víkingi, beinrakið innlegg frá Inga Jonhardsson, Sølvi Vatnhamar var púra fríur og stútaði bóltin trygt í netið: 2-0 og 3-3 samanlagt.

[object Object]

[object Object]
Ultras hjá Víkingi vóru framúr í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Víkingur úti av evropeiskum fótbólti

Tað luktaði tó ikki longda leiktíð leingi við Djúpumýru, men Víkingur fekk ikki bygt á viðráki.

Í 67. minutti gav estiski dómarin Stjarnuni eitt ógvuliga bleytt fríspark mitt á Víkinga-hálvuni. Heimaliðið fekk ikki avgreitt støðuna, og tá ruddað ikki varð burtur, sló Birnir Snær Ingasson til.

Víkingarnir stríddust men fingu ikki trýst veruliga. Nakrar dómaavgerðir fingu teir ilskaðust um, og uppgerðin slóknaði eftir 80 minuttir. Hornaspark dømt, har Víkingarnir bæði vildu hava fríspark og málspark, men aftur ikki dekkað nóg væl upp - og so helt Bárður á Reynatrøð ikki einum skoti, sum hann burdi hildið.

2-2, samanlagt 5-3 til Stjarnuna, sum fer víðari til 2. umfar í Conference League. Teir hjá Víkingi skulu taka dýran lærdóm við, og millum annað fleiri óróyndir í Evropa spældu virðismiklar minuttir. Partar av avrikinum í dag vóru ógvuliga góðir, eins og 40 teir fyrstu minuttirnir í Íslandi. Men samanlagt 

Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir
Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
Víkingur - Stjarnan 2-2 (0-0) - Samanlagt 3-5
59' Aron Benjaminsen 1-0
61' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 2-0
68' Birnir Snær Ingasson 2-1
81' Guðmundur Badvin Nökkvason 2-2

Meira um dystin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder