Eftir landsliðssteðgin fyrr í oktober, har Andrias Edmundsson var við at vinna Føroyum tveir minniligar sigrar á Tórsvølli, hevur tað gingist væl hjá Wisla Plock.
Við heimasigrinum á Pogon Szczecin í gjár hevur Plock sjey stig seinastu tríggjar dystirnar og er á 2. plássi í Póllandi.
Oddaliðið í Ekstraklasa, Gornik Zabrze, er fýra stig frammanfyri føroyingafelagið, men Andrias og teir hava spælt ein dyst færri.
Wisla Plock kom á odda eftir innlegg og sjálvmál miðskeiðis í 1. hálvleiki, og júst innskifti Dani Pacheco skoraði við beinleiðis frísparki í 55. minutti.
Sí málini og hæddarpunktini omanfyri ella á Ekstraklasa TV á Youtube
![]()
Andrias Edmundsson spældi sum vant 90 minuttir sum ein av trimum miðverjunum hjá uppflytarunum. Einki lið hevur latið færri mál inn (níggju í 14 dystum) enn Plock.
Toftamaðurin eigur stóran leiklut í hesum. Í gjár hevði Andrias onkra ivastøðu, tá hann skuldi rudda - sum eisini sæst í hæddarpunktunum - men nummar 19 við eyðkenda ljósa hárinum ruddaði eisini bóltin væl í fleiri førum.
Næsta uppgáva hjá Wisla Plock er á útivølli móti Motor Lublin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald