Fótbóltur

Yvirlit: Hesar dagarnar spæla føroysku feløgini í 1. umfari

Allir heimadystirnir eru í Klaksvík. Víkingur og Stjarnan hava býtt um heimadyst, so byrjað verður í Íslandi - bæði Víkingur og NSÍ spæla 9. og 16. juli. Endaliga dagfestingin á Champions League-dystinum í Luksemborg vantar.

KÍ byrjar, eins og í 2024, á heimavølli móti meistaraliði úr Luksemborg í 1. umfari í  Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ byrjar, eins og í 2024, á heimavølli móti meistaraliði úr Luksemborg í 1. umfari í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-18 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dagarnar hava lutakastini til fyrstu umførini í evropeisku kappinginum hjá monnum verið. 

Øll liðini, sum spæla í 1. umfari í Champions League og í 1. umfari í Conference Leaague, hava heimadyst í Klaksvík. 

Her sæst yvirlit

Champions League 1. umfar
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg)

Týsdagin 14. juli/mikudagin 15. juli í Bissen
FC Atert Bissen (Luksemborg) - 

Les eisini: KÍ fekk dreyma lutakast

Tað er ikki ásett enn, um KÍ spælir seinna dystin ein týsdag ella ein mikudag. Freistin hjá Atert Bissen at taka endaliga avgerð um hetta er klokkan 11 í morgin, fríggjadagin 19. juni. Hetta er fyrstu ferð, at felagið skal spæla evropeiskar dystir.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta)

Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli
Stjarnan (Ísland) - Víkingur 

---------------------------------

Hósdagin 16. juli á Victor Tedesco Stadium
Hamrun Spartans (Malta) NSÍ 

Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
Víkingur - Stjarnan (Ísland)

Klokkutíðir koma seinni

Upprunaliga skuldu Víkingur og Stjarnan spæla fyrra dystin í Føroyum, men av tí at Víkingur, NSÍ og KÍ øll skulu spæla heimadyst við Djúpumýru og trektu heimadysti fyrst, býttu víkingarnir um við íslendarar.

HB kemur inn í Conference League í 2. umfari. Liðið spælir í útgangsstøðinum í Skotlandi móti Motherwell hósdagin 23. juli og á Tórsvølli eina viku seinni, 30. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder