Fótbóltur

Yvirlit: KÍ leggur fyri týsdagin - NSÍ og HB spæla hóskvøldið

Allir fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum í 2. umfari byrja klokkan 19.45. KÍ og NSÍ spæla í Klaksvík - HB í Skotlandi. Seinni í dag verður greitt, hvussu 3. umfar kann síggja út.

Páll Klettskarð skoraði í báðum dystunum í 1. umfari. Nú hugsavna hann og liðfelagirnir seg um at spæla KÍ víðari aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð skoraði í báðum dystunum í 1. umfari. Nú hugsavna hann og liðfelagirnir seg um at spæla KÍ víðari aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-20 09:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM er av, summasteðgur er í føroysku kappingini, men aftur hesa vikuna hava trý føroysk feløg spennandi evropeiskar uppgávur á skránni

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB

FM1 sigur frá dystunum í Føroyum, og Portalurin fylgir eisini gongdini tætt við greinum, myndum og øðrum

Av tí at KÍ vann greipuna, og HB endaði nummar tvey í landskappingini í fjør, kemur HB inn í Conference League í 2. umfari - sum eitt slag av føroyskum avloysara fyri Víking. HB hevur stóra uppgávu móti skotska Motherwell, har byrjað verður á útivølli hósdagin klokkan 19.45. Hópurin fer av landinum í dag.

KÍ og NSÍ byrja, eins og í 1. umfari, á heimavølli. Har er ógvuliga týðandi at fáa gott útgangsstig við til útidystir, nú mótstøðan eisini harðnar.

[object Object]
Petur Knudsen og NSÍ komu víðari á dramatiskan hátt í 1. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Stór móttøka fyri søta sigurin á Malta

Champions League-fótbóltur er við Djúpumýru í morgin og Conference League-fótbóltur hóskvøldið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45.

Hjá KÍ er eitt pláss í deildarspæli uppá spæl hetta umfari. Tí um tað eydnast at vinna samanlagt á litaviska meistaraliðnum, skal KÍ í minsta lagi spæla deildarspæl í Conference League.

Les eisini: Aftur Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið

Dagurin í dag verður eisini relevantur fyri í øllum førum KÍ, tí lutakast er til 3. umfar í Champions League (klokkan 11), Europa League (klokkan 12) og Conference League (klokkan 13).

Greipuvinnararnir skulu spæla í 3. umfari í Champions League, um teir vinna á Kauno Zalgiris og í Europa League, um tað endar við samanlagdum tapi. 

Til ber at fylgja lutakastinum á uefa.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder