Fótbóltur

AB, B36, HB, KÍ, Skála og Víkingur á Tórsvøll

Um eina viku, hósdagin 3. septembur verður ársins fyrsta steypafinala á skránni, tá U15 dreingirnir hjá HB og Víkingi bresta saman á Tórsvølli. Sí yvirlit her.

2026-08-27 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 Fótbóltssamband Føroya: Í næstum verður Tórsvøllur karmur um steypafinalurnar 2026. Í alt níggju steypafinalur eru á skránni, harav seks í yngru deildunum.

HB er best umboðað í ungdómsfinalunum. Tey reyð-svørtu vera at síggja í fýra av seks finalum. Víkingur verður í tveimum, KÍ verður eisini í tveimum – møguliga trimum – meðan AB og B36 hava spælt seg í eina finalu, umframt Skála, ið møguliga verður í tveimum steypafinalum.

Hósdagin 3. sept. kl. 18:00
U15 dreingir: HB – Víkingur

Fríggjadagin 4. sept. kl. 18:00
U16 gentur: HB – KÍ

Leygardagin 5. sept. kl. 14:00
U18 dreingir: Víkingur – HB

Hósdagin 17. sept. 19:00
U21: Skála – AB

Leygardagin 19. sept. kl. 11:00
U13 dreingir: KÍ – B36

Leygardagin 19. sept. kl. 13:00
U13 gentur: HB – Skála / KÍ

Hjá teimum vaksnu verða í alt tríggjar steypafinalur. Í finaluni um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur klokkan 19:00, fer slagið at standa ímillum Víking og KÍ.

Hjá kvinnum er enn ikki greitt, hvørji lið koma í finaluna um Løgmanssteypið og í finaluna í minnu steypakappingini. Seinnu hálvfinalurnar í báðum kappingunum verða spældar í komandi viku.

Leygardagin 5. sept. kl. 19:00
Løgmanssteypið menn: Víkingur – KÍ

Mikudagin 16. sept. kl. 19:00
Minna steypakap. kv.: FCS / B36 – Skála / ÍF

Leygardagin 19. sept. kl. 18:30
Løgmanssteypið kv.: 07V / HB – KÍ / Víkingur

Atgongumerki til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Yvirlit yvir allar steypakappingarnar 2026 sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder