ÍF hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss í minsta lagið eitt ár afturat.
Felagið boðar í kvøld frá, at venjarin seinastu tvey árini, Alexandar Jovevic hevur skrivað undir sáttmála fyri næsta kappingarár.
Stóra broytingin er, at Alexandar Jovevic nú fær høvið at brúka alla sína orku uppá ÍF. Hann hevur nevniliga verið í parttíðarstarvi hjá felagnum, men framyvir verður hann í fulltíðarstarvi.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Fyri tveimum árum síðani, settu vit okkum í nevndin fyri, at nú mátti leggjast á annan bógv. Alexandar varð settur í starv sum høvuðsvenjara, og aðalmálið var, at menna okkara ungu heimligu leikarar.
- Longu fyrsta árið eydnaðist tað okkum, at vinna okkum sætið aftur í Betri delidini, og tá ið so seinasta bríksl var floytað í 2023, kundu vit staðfesta og hátíðarhalda, at vit halda fram eisini í 2024 í Betri deildini.
Alexandar Jovevic og Georges Rouah, formaður í ÍF (Mynd: ÍF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald