18. apríl skoraði hon sum innskiftari sigursmálið á Tórsvølli, tá Føroyar vunnu sær trý stig móti Georgia í HM-undankappingini.
Í næstu viku fer Anna Carolina Brændstrup aftur við landsliðnum, sum skal spæla í Georgia, men áðrenn tað skal framfýsni miðvallarin royna at flyta upp í bestu deildina í Portugal.
![]()
![]()
![]()
Stórur fagnaður á Tórsvølli eftir at Anna Carolina Brændstrup hevur beint bóltin í georgiska málið seint í dystinum. Liðini hittast aftur um eina viku (Mynd: Sverri Egholm)
Og 20-ára gamli landsliðsspælarin skoraði málið í fyrra røkkstøkkdystinum (play-off), sum var á útivølli móti Rio Ave. Hon vísti kaldleika í brotsteignum.Dysturin endaði 1-1, so talan var um mál, ið kann verða ógvuliga týðandi
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Annu í Gil Vicente, og tað endar við uppflyting, um liðið vinnur heimadystin, sum byrjar sunnudagin á middegi.
Anna Brændstrup er fødd og uppvaksin í Danmark, har hon millum annað hevur spælt fyri HB Køge. Hon hevur føroyska mammu og hevur verið á føroyskum U-landsliðum og A-landsiðnum seinastu árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald