Fótbóltur

Ari Olsen lagstur afturat hópinum

Seint seinnapartin týsdagin kom manslandsliðið við Pärnu í Estlandi, har fyrri dysturin í Baltic Cup verður leygardagin klokkan 16.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2026-06-03 20:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í løtuni leggja Eyðun Klakstein og hansara menn alla orku í fyrireikingarnar til Baltic Cup 2026.

Seint seinnapartin týsdagin kom føroyska ferðalagið uppá pláss í Pärnu, og mikudagin legðist Ari Olsen, ið spælir fyri Vendsyssel FF í Danmark, afturat hópinum. Skálamaðurin hevur spælt 16 U21-landsdystir fyri Føroyar, men hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin til A-landsliðið.

Umstøðurnar í Pärnu, sum liggur í útsynningspartinum av Estlandi, út ímóti Eystarasalti, eru góðar. Veðrið er gott, og sum heild eru allir væl fyri undan teimum báðum landsdystunum, ið standa fyri framman.

Tveir dystir eru á skránni næstu dagarnar. Tann fyrri verður spældur á Ranna Stadion í Pärnu leygardagin 6. juni klokkan 16 føroyska tíð.

Seinna umfar í kappingini verður spælt týsdagin 9. juni, tá finalan og dysturin um 3. plássið eru á skránni. Hini bæði londini í kappingini eru Lettland og Litava.

Baltic Cup er liður í fyrireikingunum til Nations League, sum verður í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder