Ari Olsen var í fyrru hálvu av 2026 við at fáa Vendsyssel upp í 1. Division, og nú er 28-ára gamli strandingurin komin í gongd í næstbesu donsku deildini; eisini við at skora mál og fáa stig.
Tað gekst annars eisini serligt hjá uppflytarunum í 1. hálvleiki í Hvidovre. Longu í 1. minutti skorðu vertirnir, tá Vendsyssel ikki ruddaði burtur, og eftir eitt korter var 2-0. Heldur ikki her fingu Ari og liðfelagirnir avgreitt støðurnar nóg væl.
Men Vendsyssel legði út sum eitt óløgi eftir steðgin. Í 47. minutti kom hornaspark úr vinstru, sum Ari Olsen væl stútaði í málið.
Føroyski høgri bakkurin rann tá væl til fremru stong og stýrdi bóltinum í longra málhornið. Hetta var nær við at henda tvær ferðir afturat í dystinum, og harvið vísti Ari Olsen seg at vera verulig hóttan fyri Hvidovre, og var nummar 23 eisini góður í spælinum.
Útiliðið var eisini greitt betri í 2. hálvleiki. Stóri áleyparin Lasse Steffensen, sum átti stóran leiklut í uppflytingini, skoraði til 2-2 við góðum stútara og hevði aðrar góðar støður. Út á dystin var tað so, at um eitt lið skuldi vinna, so var tað Vedndsyssel.
Tað endaði tó 2-2. Eftir umstøðunum gott hjá Kim Engstrøm, sum er fyrrverandi HB-venjari. Hansara lið fekk eitt stig við til Norðurjútlands sum uppflytari, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 á útivølli.
![]()
Kim Engstrøm stóð á odda fyri HB fyrstu mánaðirnar í 2022 - nú er hann venjari hjá fleiri føroyingum í Vendsyssel (Mynd: Jens Kr. Vang)
Ein annar, ið hevur umboðað HB, Emil Grønn Petersen, var á vølli fyri Vendsyssel í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Emil Grønn Petersen, ið hevur umboðað HB og 07 Vestur, kom á vøllin í 2. hálvleiki. Norðmaðurin skifti, eins og Ari Olsen, til felagið í vetur.
Vendsyssel keypti Árna Nóa Atlason úr Víkingi í summar. 20-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt við í fleiri venjingardystum fyrr í mánaðinum. Í Hvidovre í dag sat Árni á bonkinum allar 90 minuttirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald