Fótbóltur

Aron Benjaminsen fer til Skotlands í morgin

Evnaríki føroyingurin hevur læknakanning á skránni í Edinburgh, og so fer nýggi kapittulin eftir ætlan í gongd beinanvegin. Víkingur verður harvið profilin fyri uttan í steypafinaluni leygardagin.

Nøkur formlig ting vanta í, áðrenn ein av mest spennandi føroysku spælarunum alment er partur av hópinum hjá skotsku silvurvinnarunum síðsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

Nøkur formlig ting vanta í, áðrenn ein av mest spennandi føroysku spælarunum alment er partur av hópinum hjá skotsku silvurvinnarunum síðsta kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-30 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, also eg fari niður mánadagin. Tað fari eg.

Hetta kundi Aron Benjaminsen váttað fyri Brynjari Jacobsen Poulsen (FM1) í samrøðu í Sarpugerði fríggjakvøldið.

Hetta var eftir seinasta heimadystin hjá 18-ára gamla strandinginum fyri Víking, sum keypti hann úr norska Kristiansand.

Nú er sum skilst alt komið uppá pláss millum Víking og Hearts, og Aron Benjaminsen fer av landinum í morgin, mánadagin.

Les eisini: Vænta Aron Benjaminsen fer fyri slakar 900.000 krónur - pappírarbeiði og annað eftir

Spenanndi vongurin staðfesti fyri FM1, at tað er "medical check", læknakanningin, sum skal gerast mánadagin 31. august. Og so eru tað helst seinastu smálutirnir, og endaligu undirskriftirnar, sum skulu uppá pláss.

Eftir hetta kann Aron Benjaminsen gerast Hearts-spælari og fyrsti føroyski spælarin í bestu skotsku deildini, síðani Gunnar Nielsen í 2015 spældi fyri Motherwell.

[object Object]

[object Object]
Seinastu mánaðirnar hevur Aron Benjaminsen av álvara bergtikið í bestu føroysku deildini, har ungi vongurin hevur næstflest málstig. Bert systkinabarnið, Árni Frederiksberg, hevur fleiri (Myndir: Sverri Egholm)

Eftir trý umfør í skotsku Premier League, sum byrjaði fyrr í mánaðinum, er Hearts á 3. plássi. Liðið hevur eisini spælt seg í Conference League-deildarspælið.

Alt bendir á, at skiftið hjá Aroni Benjaminsen verður kunngjørt tíðliga í næstu viku. Flytingarvindeygað í Skotlandi letur aftur hósdagin 3. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder