Fótbóltur

Aron Benjaminsen kann spæla deildarspæl í Conference League

Hearts vann røkkstøkkuppgerðina móti Rapid Wien og skal næstu mánaðirnar møta millum annað Monaco og FC Nordsjælland - og Mohammaed Salah.

Mynd: Hearts of Midlothian

Mynd: Hearts of Midlothian

2026-09-03 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aron Benjaminsen hevur í ár tveir dystir og tvey mál í Conference League.

18-ára gamli vongurin skoraði í báðum dystunum hjá Víkingi móti íslendsku Stjarnuni í fyrsta umfari, har hann mest sannlíkt staðfesti seg sum spennandi møguleika fyri Hearts of Midlothian.

[object Object]

[object Object]
Aron Benjaminsen var við at fáa lív aftur í uppgerðina í Klaksvík (Myndir: Sverri Egholm)

Eftir gomlu reglugerðini hevði ungi føroyingurin ikki sloppið at umboða tvey feløg í somu evropeisku kapping í einum kappingarári. Men Portalurin hevur fingið váttað, at man nú skilur ímillum undandystir og dystir í deildarspæli og so framvegis.

Harvið er Aron Benjaminsen tøkur, tá Hearts í heyst og í vetur skal spæla ímóti hesum liðunum:

FC Nordsjælland (Danmark)
Trabzonspor (Turkaland)
Thun (Sveis)
Monaco (Frakland) 
Borac Banja Luka (Bosnia)
Pafos (Kýpros)

Monaco er tað størsta av hesum feløgunum. FC Nordsjælland kappast av álvara í oddinum í Danmark, Borac Banja Luka er gamal kenningur hjá KÍ og B36, og í Trabzonspor spælir Mohammed Salah.

Harvið møguliga spennandi avbjóðingar hjá Aroni Benjaminsen, sum í gjár varð kunngjørdur í Edinburgh.

Hetta er triðju ferð, at Hearts of Midlothian er í deildarspæli/bólkaspæli í Conference League.

Nýggja liðið hjá Aroni byrjaði í Champions League sum skotskur silvurvinnari. Har vann Sturm Graz stórt, og í 3. umfari í Europa League vann Benfica stórt. Men so glapp í Conference League røkkstøkk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder