Fótbóltur

Ásla Johannesen og fleiri aðrar givið avboð til seinasta HM-undandystin

Umframt liðskiparan, mugu Føroyar vera Juliu Naomi Mortensen, Rúnu Jacobsen og Saru Samson Shaki úr HB fyriuttan í dystinum í Georgia 5. juni. Jancy Mohr, Tóra Mohr, Malena Olsen og Natalia Dansdóttir Olsen hava nú fingið boð.

Ásla Johannesen hevur leingi verið liðskipari og lyklaspælari hjá Føroyum. Nú noyðist hon at sita uttanfyri (Mynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen hevur leingi verið liðskipari og lyklaspælari hjá Føroyum. Nú noyðist hon at sita uttanfyri (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-29 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint yvir einari viku síðani, tók Pætur Smith Clementsen hópin út til seinasta dystin í hesi HM-undankappingini.

Sí eisini: Her eru A-landsliðshóparnir

Nú ein vika er til dystin um 2. plássið í bólkinum, er greitt, at fýra spælarar hava givið avboð.

Talan er um roynda liðskiparan Áslu Johannesen, sum spælir yrkisfótbólt í Svøríki, umframt Juliu Naomi Mortensen, Rúnu Jacobsen og Saru Samson Shaki - allar úr HB og allar við nógvum minuttum seianstu árini.

Av ymsum orsøkum eru tær ikki tøkar dystin í Georgia, og serliga tað at Ásla Johannesen ikki er tøk, kann gerast stórur smeitur. 

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at ístaðn hava Jancy Mohr, Tóra Mohr, Malena Olsen og Natalia Dansdóttir Olsen fingið landsliðsboð.

[object Object]
Natalia Olsen, her í verjustøðu móti Víkingi fyri NSÍ, sum hon skifti til úr barndómsfelagnum EB/Streymi. Nú spælir bakkurin við júst Víkingi og er úttikin til landsliðið á fyrsta sinni. Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (t.v.) er eisini í landsliðshópinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tær tríggjar fyrstnevndu eru úr KÍ, og harvið er helmingurin av landsliðshópinum nú frá føroyameistararaliðnum: Tíggju spælarar av tjúgu.

Hópurin til dystin í Georgia 5. juni
Gunnvá Lützen,HB 
Brá Zakariasardóttir, HB 
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB 
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ 
Birita Ryan, KÍ 
Durita Hummeland, KÍ 
Eyðvør Klakstein, KÍ 
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
Sanna Svarvadal, KÍ 
Sólja Ernstdóttir, KÍ 
Jancy Mohr, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Malena Olsen, Kí
Helga Mikkelsen, NSÍ
Heidi Sevdal, NSí
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur 
Rakul Sørensen, Víkingur 
Mona Rasmusdóttir, Víkingur 
Anna Caroline Brændstrup , Gil Vicente (POR)

Sí eisini: Sanna Svarvadal: Vit hava havt eina góða gongd - og trúgvi hon bara verður betri

Natalia Dansdóttir Olsen er, eins og Helga Mikkelsen úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð.

Undan dystinum ímóti Georgia eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við trimum stigum, Grikkaland liggur á odda við níggju stigum og Georgia aftast við ongum stigi.

Føroyar vunnu á Georgia, tá liðini hittust á Tórsvølli í apríl. Um Føroyar vinna, og onnur úrslit í undankappingini fella "í okkara lut", so kunnu føroysku kvinnurnar enda í røkkstøkk-umfarinum (play-off um at koma til HM-endaspælið)

Dysturin verður spældur á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi Georgia fríggjadagin 5. juni kl. 14:30 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder