Kappróður

Yvirlit: Átta føroysk HM-heiðursmerki

Kristvør K. Clementsen, Vár D í Húsinum og Vár Guriardóttir Hansen gjørdust heimsmeistarar í inniróðri 2026 - Jóhanna av Steinum, Sarita Kristina Hansen og Pauli Joensen róðu seg eisini til heiðursmerki.

Vár Guriardóttir Hansen gjørdi, sum hon ætlaði: Heimsmeistari og heimsmet við at rógva 368 metrar uppá ein minutt, umframt at vinna heiðursmerki á 1.000 metrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vár Guriardóttir Hansen gjørdi, sum hon ætlaði: Heimsmeistari og heimsmet við at rógva 368 metrar uppá ein minutt, umframt at vinna heiðursmerki á 1.000 metrum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-01 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM í inniróðri gjørdist eisini í 2026 ógvuliga væleydnað og minniligt fyri mongu dugnaligu og sterku føroysku rógvararnir.

Tær flestu finalurnar vóru yvir alnótina í Fuglafirði í gjár, men longu í síðstu viku gjørdist blaðunga Kristvør Clementsen heimsmeistari við flottum avriki á maskinu á Kambsdali.

Les eisini: Kristvør Clementsen fyrsti føroyski heimsmeistarin

Leygardagin fingu Føroyar enn ein heimsmeistari í U17, sum prógvar tað, sum Vár Guriardóttir Hansen segði við FM1 hósdagin: Føroyar hava nógvar dugnaligar ungar rógvarar á veg, sum í fleiri førum eru frammanfyri sínar javnaldrar.

Tað var Vár D. í Húsinum, sum gjørdi bart við bestu tíðini í sínum aldursbólki innan ein minutt - løtu seinni gjørdi Vár G. Hansen tað sama.

Tann eldra Vár gjørdi ikki mætari enn at seta heimsmet (368 metrar innan 1 minutt), sum  eisini var mál hennara.

[object Object]Vár í Húsinum fegnast saman við Saritu Kristinu Hansen, sum er venjari hennara í KÍF

[object Object]Sarita Kristina Hansen gjørdi aftur bart til eitt HM í inniróðri (Myndir: Jens Kr. Vang)

Myndir: HM í inniróðri

Sarita Kristina Hansen og Jóhanna av Steinum høvdu góðar róðrar, og endaðu við silvurheiðursmekjum - Jóhanna fekk eisini eina bronsu í hús, og tað gjørdi ungi Pauli Joensen eisini á 1.000 metrum.

Gull og heimsmeistar:
Vár D í Húsinum (U17) - við 325 metrum innan ein minutt

Vár G. Hansen (23-39 ár) - við 368 metrum innan ein minutt *

Kristvør K. Clementsen (U17)  - á 5.000 metrum (20.20.3 min)

* Heimsmet

Silvur:
Sarita Kristina Hansen (Lættvekt, 23-39 ár) - á 5.000 metrum (19.35.8 min)

Jóhanna av Steinum (45-49 ár)  - á 5.000 metrum (19.24.6 min)

Bronsa: 
Jóhanna av Steinum (45-49 ár)  - við 338 metrum innan ein minutt

Vár Guriardóttir Hansen (23-39 ár) - á 1.000 metrum (03.15.6 min)

Pauli Joensen (17-18 ár) - á 1.000 metrum  (03.00.2 min)

[object Object]
Eitt HM-heiðursmerki í síðstu viku og aftur í gjár: Jóhanna av Steinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí eisini: Vár og Vár heimsmeistarar

Kristvør Clementsen (1.000 metrar) og Símun Heinesen (5.000 metrar) vunnu ikki heiðursmerki í gjár, men bæði setti persónligt met. Sum heild vóru fleiri persónlig met till innleiðandi og til HM-finalurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder