Fótbóltur

B68 koyrt venjaran til hús

Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum. Hetta hendir eftir tapið í botnbrakinum sunnukvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-24 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B68 boðar í kvøld frá, at venjarin hjá besta mansliðnum er koyrdur til hús.

Felagið hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric.

B68 tapti í gjár botndystin móti Skála 1-0 og liggur á aftasta plássið í meistaradeildini við 15 stigum. Fimm stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, har Skála liggur á áttanda plássi við 20 stigum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder