Fótbóltur

B68 skal royna at nærkast strikuni og draga AB enn meira í botnstríðið

AB kann hinvegin byrja 22. umfar við at fara frá hinum liðunum í niðaru hálvu. FM1 sigur frá týðandi dystinum á Argjum klokkan 18.15 - áðrenn er Fótbóltsskýlið á skránni.

AB hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar millum liðini í ár - í kvøld er nógv uppá spæl Inni í Vika (Mynd: Argja Bóltfelag/LUPS Media)

AB hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar millum liðini í ár - í kvøld er nógv uppá spæl Inni í Vika (Mynd: Argja Bóltfelag/LUPS Media)

2026-09-11 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22. umfar í Meistaradeildini hjá monnum byrjar í kvøld við dysti, sum kann gerast veruligur gysari. Hetta tá B68 vitjar á Argjum.

Nú seks umfør resta í, sær støðan í botninum soleiðis út.

[object Object]

Tvey lið fara niður, og beint nú bendir nógv á, at B68 verður annað liðið. Toftamenn hava fýra stig upp til strikuna og ikki nógv skot eftir í byrsuni.

Eitt er í kvøld, tá vitjað verður á Argjum. Tað gjørdi B68 eisini í 1. umfari - og tapti - og AB vann eisini dystin á Svangaskarði millum liðini í summar.

Tað skerst tó ikki burtur, at hetta er ein av dystunum, sum eru eftir, har aftasta liðið hevur bestan møguleika at vinna týdningarmikil stig.

Síðani uppgerðina 29. juni á Toftum, hevur AB bert fingið trý stig í seks dystum. Og niðurflytingarspøkilsi, ið man kennir á Argjum, vitjar. Skála, EB/Streymur og 07 Vestur eru komin nærri í seinastuni, so Øssur Hansen skal eisini helst hava trý stig móti sínum barndómsfelagið.

Hjá B68 eru Martin Jarnskor og Pedro Tarancon Anton nú settir árið út. Í fyrsutuppgávuni, sum fyribils venjarar, spældi B68 javnleik móit B36 í Gundadali

Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 18.30. Brynjar Jacobsen Poulsen og Kári Nielsen verða til reiðar og siga frá á FM1. 

Áðrenn, frá klokkan 17.15, verður Fótbóltsskýlið sent beinleiðis Inni í Vika 

Lurta her

Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum

Skráin fyri umfarið og annað sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder