Fótbóltur

B71 skal upp í bestu deildina fyri fyrstu ferð síðani 2011

Ein ógvuliga sannførandi uppflyting varð tryggjað við 5-3 sigri á B36 á Sandi - heili seks umfør eru eftir, men B71 hevur so at siga bara vunnið síðani apríl.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-29 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð 1-0 eftir 20 minuttir og 2-0 eftir 25 minuttir. Og harfrá var so at siga eingin ivi: B71 hevði sett sær fyri at tryggja uppflytingina úr 1. deild, og tað eydnaðist eisini.

Næstbesta liðið hjá B36 var á vitjan Inni í Dal og minkaði um munin til 2-1 nærum beint eftir steðgin. Men longu í minuttinum eftir tí svaraði B71 aftur, og tað varð 4-1 í 57. minutti, tá danin Lucas Ørneborg sló til.

Síðani var av álvars niðurteljing til staðfestingina á Sandi, og greiði toppskjúttin í 1. deild fekk eitt afturat. B36 skoraði tvey troystarmál til seinast, men tað kann staðfestast, nú seks umfør resta í av næstbestu mansdeildini: B71 skal upp í Meistaradeildini næsta ár.

Tað verður fyri fyrstu ferð síðani 2011, og tað var gjørt á ógvuliga sannførandi hátt: Einki tap síðani í mars - nú er uppflytingarveitsla á Sandoynni.

Fleiri myndir og samrøður av Sandi seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder