Fótbóltur

Broytingar í endaspælinum hjá kvinnunum

Eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, eru broytingar gjørdar í endaspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum, boðar FSF frá.

Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni sunnudagin 9. august (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni sunnudagin 9. august (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-03 10:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Fyrr í ár varð avgjørt at geva ovasta liðnum í 1. deild hjá kvinnum møguleikan at flyta upp í niðara bólk í endaspælinum í MeistaraDeildini. Og tá samanumkom var tað ÍF, sum tryggjaði sær hetta plássið.

Eftir at NSÍ síðani hevur valt at taka liðið úr kappingini, hevur Kappingarnevndin viðgjørt støðuna og komið fram til eina loysn fyri restina av kappingarárinum.

Avgerðin er, at Skála flytur úr niðara bólkinum og upp í ovara bólk í endaspælinum og tekur harvið plássið hjá NSÍ. Samstundis flytur FC Suðuroy upp úr 1. deild og í niðara bólk í endaspælinum, har felagið tekur plássið hjá Skála.

Við hesum verður talið av liðum varðveitt bæði í ovara og niðara bólkinum í endaspælinum, og kappingin kann halda fram sum upprunaliga ætlað.

Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni um eina viku, sunnudagin 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder