Fótbóltur

Champions League: KÍ vendi dystinum og vann 4-1

Durita Hummeland stóð fyri evropeiskum hattriki, og innskifta Malena Olsen skoraði eitt mál í sigrinum á moldovisku meistarunum. Harvið endar KÍ á 3. plássi í bólkinum.

KÍ-hópurin fegnast í sólini eftir 4-1 sigurin (Mynd: Jógvan Skorheim)

KÍ-hópurin fegnast í sólini eftir 4-1 sigurin (Mynd: Jógvan Skorheim)

2026-07-25 21:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurnar hjá KÍ hava hesa vikuna verið í Kosovo og spælt í bólki 2 í 1. umfari í Champions League. 

Mikudagin noyddist KÍ at lúta 3-0 móti Ludogorets í hálvfinaluni. Harvið hevði meistaraliðið úr Føroyum ikki møguleika at spæla seg víðari longur. Í dag var ístaðin spælt um 3. plássið í mini-kappingini.

Har var Zimbru Chisnau á skránni. Moldoviska meistaraliðið tapti heili 10-0 fyri vertunum mikudagin men kom, móti spæl og møguleikum, á odda móti KÍ eftir hálvan tíma í dag.

0-1 í steðginum, men KÍ gagnnýtti yvirvágina eftir steðgin, vísti seg sum sterkari lið og vann 4-1.

Durita Hummeland vísti vegin við málum. Vinstri vongurin gjørdi hattrikk innan eitt tíðarskeið á 25 minuttir - og í sama tíðarskeiði skoraði innskifta Malena Olsen eisini.

Sí meira um dystin her

[object Object]
Durita Hummeland skoraði tríggjar ferðir fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið endaði KÍ sum nummar trý av teimum fýra liðunum í bólkinum í 1. umfari - eins og NSÍ gjørdi í fjør. Mitrovica úr Kosovo vann bólkafinaluna í dag og er harvið víðari.

Hjá KÍ spældu fýra ungar og lokalar í Champions League á fyrsta sinni: Ranja Joensen, Karla Sjóstein, Rannvá Ryan og Birita Mohr.

Skjótt skal liðið hugsavna seg um at royna at vinna FM og koma aftur í Champions League: FM-bólkurin í Meistaradeildini fer í gongd 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder