Ein dystur í 18. umfari varð spældur fríggjakvøldið, ein framskundaður dystur var á ólavsøku, Víkingur og B68 spæla í Sarpugerði sunnudagin seinnapartin, og tveir teir seinastu dystirnir í umfarinum byrja mánakvøldið
KÍ - HB og NSÍ - Skála eru fluttir frá ávikavist fríggjadagin (festivaldysti) og sunnudegi. Hetta tí at bæði liðini spældu evropeiskan útidyst hóskvøldið.
Tá ásetur mannagongdin hjá FSF, at liðini skulu hava tríggjar fullar dagar ímillum, har eingin dystur er.
KÍ er aftanfyri 1-0 móti Lech Poznan eftir fyrra Europa League-dystin millum liðini, og NSÍ skal royna at venda 0-2 frá Conference League-dysti síðani í Sveis.
Tey bæði fremstu liðini í Meistaradeildini, sum bæði hava 34 stig og harvið hava lykladystir mánakvøldið, spæla seinnu dystirnar í 3. umfari í evropeisku kappingunum hóskvøldið klokkan 18.30: NSÍ í Klaksvík.
NSÍ spælir í Klaksvík, meðan KÍ skal á Tórsvølli, tí løgregluvaldið metir, at talan er um sonevndan high-risk dyst. Men áðrenn tað halda tey fram at renna kapp ovast í føroysku kappngini.
Sí eisini: Fótbóltsskýlið á FM1: Stórur spenningur í Evropa - framvegis evropeiskir møguleikar hjá NSÍ og KÍ
18. umfar í Meistaradeildini
Fríggjadagin 7. august
07 Vestur - EB/Streymur 3-2 (2-2)
11' Jonathan Flensborg 1-0
22' Marius Nielsen 1-1
25' Jonathan Flensborg 2-1
29' Gutti Dahl-Olsen 2-2
70' Edvin Jakobsen 3-2
Hoyr eisini samrøður, sum Trygvi Absalonsen gjørdi við venjararnar báðar:
Sigfríður Clementsen: - Vit spæla undir støðið í kvøld
Tór-Ingar Akselsen: - Leikararnir hjá 07 Vestur vísa stóran stríðsvilja
Sunnudagin 9. august
15.00: Víkingur - B68
Mánadagin 10. august
18.30: KÍ - HB
19.00: NSÍ - Skála
FM1 sigur frá øllum dystunum í umfarinum og til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
B36 vann 1-0 á AB í framskundaða dystinum millum liðini á ólavsøku. Talan var um dyst í 18. umfari
Støðan í løtunI:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald