Fótbóltur

Eftir 15-ára bíðitíð: B71 kann flyta upp leygardagin

Eftir sigurin í oddadystinum móti Víkingi eru heili tjúgu stig niður til ÍF eftir tjúgu umfør. Um B71 vinnur á B36, so er plássið í Meistaradeildini tryggjað. FM1 verður til staðar á Sandi.

Mynd: b71.fo

Mynd: b71.fo

2026-08-27 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið byrjaði við tveimum tapum, men síðani hevur eingin vunnið á B71 í deild. Og nú restar ikki nógv í, áðrenn Sandoyggin aftur hevur lið í bestu mansdeildini. Tað hevur oyggin ikki havt síðani 2011.

- B71 er snøgt sæð ikki til at vinna á í løtuni og fótbólturin er á høgum støði. Hettar er eisini orsøkin til at vit eru nú bert tann eina sigurin frá at staðfesta eina uppflyting, ið kann verða veruleiki komandi leygardag inni í Dal ímóti teimum næstbestu hjá B36.

Hetta staðfesti heimasíðan hjá B71 eftir3-0 sigurin á Víkingi í oddadystinum síðsta vikuskifti. Nú 20 umfør eru spæld í næstbestu deildini hevur B71 16 sigrar og tjúgu stig niður til tað triðfremst av teimum liðunum, sum kann flyta upp. 

Sí stigatalvuna og dystarskrá her

Sí eisini: B71 beina kós móti uppflyting

ÍF vann eisini síðsta leygardag, og harvið varð uppflytingin ikki tryggjað tá. Men tað eru stór sannlíkindi fyri, at hon verður næst komandi leygardag, 29. august.

Tá vitjar næstbesta liðið hjá B36 á Sandi. B36 tapi 9-3 fyri ÍF í síðsta umfari, og B71-liðið er glóðheitt.

Harvið er lagt upp til uppflytingarveitslu Inni í Dal, og miðil okkara verður eisini til staðar við mikrofon og myndatólkinum.

Uppflytingin hjá B71 kann eisini verða staðfest í hesum sjeyndseinasta umfarinum, um ÍF ikki vinnur á útivølli móti EB/Streymi. Hesir báðir dystirnir byrja klokkan 12.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder