Evropeisk uppgerð er í Klaksvík í kvøld, og í morgin byrjar næsta umfar í Meistaradeildini - tað 20. í røðini.
Sí eisini: Nú skal tað røkka ella støkka hjá KÍ
Talan er, aftur, um á pappírnum ógvuliga spennandi umfar við ógvuliga týðandi innanhýsis dystum í øllum pørtum av stigatalvuni.
![]()
20. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Fríggjadagin 21. august
18.30: Víkingur - B36 (FM1)
Lagt verður fyri við sendingini Fótbóltsskýlinum klokkan 17.15
Sunnudagin 23. august
15.00:
HB - 07 Vestur
KÍ - NSÍ (FM1)
EB/Streymur - AB
17.15: B68 - Skála (FM1)
Klokkan 19.30 verður tikið samanum í sendingini 3. hálvleikur á FM1
Evropeiskt pláss er uppá spæl í Sarpugerði í annaðkvøld, tá B36 vitjar. Eitt stig skilur liðini - eftir tapið á Skála sunnudagin er Víkingur nú á 5. plássi.
NSÍ og KÍ hittast sunnudagin í beinleiðis stríði í 1. plássi. NSÍ kann veruliga økja um munin, meðan verandi føroyameistararnir skulu royna at gera tað púra javnt í stigum.
Seinasti dysturin í umfarinum er satt botnbrak á Svangaskarði, har Skála vitjar. Skála hevur lyft seg uppum strikuna, meðan B68 er niðast undan tí, sum nærum er lagnudystir fyri liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald