Fótbóltur

FM1: Fótbóltsskýlið klokkan 17.15 og síðani botnbrak á Skála

Trygvi Absalonsen reikar fyri upptakssending um 12. umfar, áðrenn hann fer inn á Skála, har 07 Vestur vitjar. Tey bæði aftastu liðini í deildini bresta saman í fyrsta dystinum í umfarinum klokkan 18.30.

Skála hevur sigrað móti AB á heimavølli. Nú bíðar lykladystir millum uppflytararnar og 07 Vestur - 07 hevur havt innanhýsis yvirtakið í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Skála hevur sigrað móti AB á heimavølli. Nú bíðar lykladystir millum uppflytararnar og 07 Vestur - 07 hevur havt innanhýsis yvirtakið í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-29 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12. umfar í Meistaradeildini hjá monnum, sum er tað seinasta undan landsliðssteðginum, fer av bakkastokki í kvøld.

Hetta verður við veruligum botnbraki á Skála, har 07 Vestur vitjar. Bæði liðini hava sjey stig og liggja í løtuni til niðurflyting - á 9. og 10. plássi. Harvið er talan um ómetaliga týdningarmiklan dyst hjá báðum liðunum.

Tað hevur sæð betri út hjá Skála seinastu vikurnar, har javnleikir móti topp-fimm liðum, umframt ársins fyrsti sigur eru komnir til høldar. Men 07 Vestur hevur vunnið báðar innanhýsis uppgerðirnar í ár 1-0: Fyrsti í 3. umfari í landskappingini og síðani í áttandapartsfinaluni í steypakappingini.

FM1 sigur frá Skála-07 Vestur klokkan 18.30. Trygvi Absalonsen og Jóhan á Mýruni vera við mikrofonirnar Undir Mýruhjalla. Til ber eisini at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Umfarið byrjar tó longu á FM1 klokkan 17.15: Beint eftir tíðindini verður upptakssending, har Áki Johansen og Ronnie Thomassen vitja í Fótbóltsskýlinum. 

------------------------------------------------

Hinir fýra dystirnir í umfarinum verða spældir í morgin, leygardagin 30. mai - áðrenn og eftir Champions League-finaluna

15.00: HB - Víkingur (FM1)

19.00: 
KÍ - EB/Streymur (Norðoyastevnudystur - FM1)
AB - NSÍ
B68 - B36

FM1 sigur frá í Gundadali og í Klaksvík. Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder