Fótbóltur

FM1 sigur frá KÍ - Riga FC

Rúni á Reynatrøð og Jan Andreasen vera til reiðar klokkan 18.20 í Klaksvík. Til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum, og ymiskt tilfar úr Klaksvík verður á pallunum í kvøld.

Rúni á Reynatrøð - her í Kroatia. Í kvøld verður tað í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Rúni á Reynatrøð - her í Kroatia. Í kvøld verður tað í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-20 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ og Riga FC skulu í dag dystast um gott útgangsstøði í røkkstøkkumfarinum í Conference League. Meistarliðini úr Føroyum og Lettlandi hittast við Djúpumýru - um eina viku spæla tey í Riga.

Samanlagdi vinnarin skal sæla deildarspæl (tað sum fyrr var bólkaspæl í Conference League)

Sí eisini: Nú skal røkka ella støkka hjá KÍ

FM1 og Portalurin gera nógv burturúr, og frá klokkan 18.20 ber til at lurta eftir Rúna á Reynatrøð og Jan Andreasen, sum fara at leiða lurtaran á FM1 gjøgnum kvøldið.

Aftaná verða samrøður - eisini á Portalinum, sum hevur livescore á forsíðuni og greining aftaná.

Conference League røkkstøkk umfar - fyrri dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 20. august 
18.30: KÍ - Riga FC (Lettland)

Frásøgn: FM1
Livescore: portal.fo

Samrøður og annað frá dystinum vera á báðum pallunum í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder