Fótbóltur

Føroyskt frísparksmál avgjørdi týðandi Superliga-dyst

Innskifti Adrian Justinussen skoraði flott fríspark í 90. minutti móti Lyngby. Til ber at síggja tað her.

Stórur fagnaður á heimamonnunum á Hybel leikvøllinum eftir at Adrian Justinussen hevur smekkað bóltin í netið (Mynd: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix)

Stórur fagnaður á heimamonnunum á Hybel leikvøllinum eftir at Adrian Justinussen hevur smekkað bóltin í netið (Mynd: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix)

2026-08-24 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 2-1 í Horsens sunnudagin, tá uppflytararnir í ársins Superliga hittus í 5. umfari.

Lyngby javnaði í 66. minutti og kundi lagt seg á odda við brotsparki nakrar minuttir seinni.

Men fyrrverandi Chelsea-málverjin, Matej Delac, bjargaði brotssparkinum hjá íslendska Ísak Þorvaldsson, og í 74. minutti kom føroyingurin hjá heimaliðnum á vøllin.

Eftir 89 minuttir fekk AC Horsens fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá Lyngby og nakað til vinstru. Tað skuldi Adrian Rúnason Justinussen sjálvandi taka sær av, og sum so ofta fyrr skoraði 28-ára gamli landsliðsvongurin við frálíka skottekknikkinum.

Sí málið eftir 4.03 her - á heimasíðuni hjá Viaplay Sport News

Flott mál frá nummar 15 í gulum og svørtum. Hetta er annað málið í fimm dystum í Superliguni hjá Adrian Justinussen.

Annar sigurin á rað til Horsens, sum nú er nummar 6 av teimum 12 liðunum í deildini. Frástøða er við føroysku frísparksperluni løgd til júst Lyngby (2 stig) og niðurflytingarstrikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder