Fótbóltur

Fótbóltssambandið og Mentamálaráðið fara undir skúlafótbólt í Føroyum

Endamálið við avtaluni millum Fótbóltssamband Føroya og Mentamálaráðið er, at fótbóltur skal gerast atkomuligur fyri øll skúlabørn og styrkja trivnað, rørslu og felagsskap.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2026-06-04 14:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Mentamálaráðið undir avtalu um skúlafótbólt.

– Við hesum átaki vilja vit styrkja ítróttarliga virksemi í skúlunum og skapa fleiri møguleikar fyri børn og ung at røra seg í gerandisdegnum. Fótbóltur kann vera eitt týdningarmikið amboð til bæði trivnað og læring, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Átakið merkir, at skúlar fáa møguleika at seta í verk fótbóltstilboð – bæði í skúlatíð og uttanfyri vanliga undirvísing. FSF fer í hesum sambandi at veita undirvísingartilfar, stuðla við útgerð og bjóða servitan og vitjanir til skúlar kring landið, skrivar Fótbóltssamband Føroya og Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

– Vit eru sera fegin um samstarvið við Mentamálaráðið. Skúlafótbóltur er ein týðandi liður í at røkka fleiri børnum og geva teimum gleðina við fótbólti. Samstundis styrkir tað felagsskapin og leggur eitt gott grundarlag fyri bæði breiddini og framtíðar menning av fótbólti í Føroyum, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder