Fyrr í vikuni vann Víkingur Reykjavik 3-1 í Garðabær móti Stjarnuni. Harvið er høvuðsstaðarfelagið framvegis á meistarakós, annað árið á rað:
Úrttøkan eftir níggju umfør er 25 stig (átta sigrar og ein javnleikur). Liðið hjá Gunnari Vatnhamar hevur trý stig niður til tættastu kappingarneytarnar, KR.
Júst Gunnar Vatnhamar hevur staðið sterkur í myndini. Móti Stjarnuni fekk 31-ára gamli leirvíkingurin aftur góð skoðsmál, og hann kom á vikuliðið fyri "Besta Deild Karla".
![]()
Gunnar Vatnhamar á vikuliðnum saman við millum annað Víkinga-liðfelaganum Gylfa Sigurðsson
Sum fýra-talið útfrá myndini av Gunnari omanfyri vísir, so hetta longu fjórðu ferð í ár, at føroyski landsliðsspælarin er á vikuliðnum í Íslandi.
Hetta er fjórða kappingarárið hjá Gunnari Vatnhamar í Íslandi. Hann hevur verið við at vunnið tvey íslendsk meistaraheiti, steypakappingini og søguliga góða gongd hjá felagnum í Evropa.
Í næstu viku fer miðverjin við landsliðnum til Baltic Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald