Kappróður

HM: Framúr gott vikuskifti hjá føroysku landsliðsrógvarunum

Fyrstu heiðursmerkini eru komin í hús – harímillum eitt heimsmeistaraheiti – heili sjey rógvarar hava tryggjað sær pláss í níggju finalunur. Harumframt vórðu eitt ótal av persónligum metum sett.

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

(Mynd: Róðrarsamband Føroya)

2026-02-23 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna vikuskifti vóru innleiðandi umfarini í HM í inniróðri, og tað gjørdist eitt framúr gott vikuskifti hjá føroysku landsliðsrógvarunum, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Fyrstu heiðursmerkini eru komin í hús – harímillum eitt heimsmeistaraheiti – og heili sjey rógvarar hava tryggjað sær pláss í níggju finalunum. Harumframt vórðu 13 persónlig met sett.

Unga hoyvíksksdaman Kristvør K. Clementsen kann nú kalla seg heimsmeistara í U17 á 5000 metrum. Hon róði ein sera sannførandi róður og læt ongantíð iva vera um, hvør hevði tamarhald á støðuni. Við hesum er hon fyrsti heimsmeistarin í U17 á 5000 metrum.

Í aldursbólkinum 45–49 ár vann Jóhanna av Steinum silvur á 5000 metrum. Hon hevði eina spennandi uppgerð við bretsku Nicole Johnson. Eftir at hava togað seg framum í miðróðrinum og ligið á odda stóran part av teininum, varð hon yvirhálað seinastu metrarnar eftir ein harðan endaspurt frá mótstøðukvinnuni. Ein sera sterk og heiðurlig silvurmedalja.

Tey, sum hava kvalifiserað seg til finalurnar, sum verða komandi vikuskifti, eru:

  • Vár G. Hansen – 1 minutt og 1000 m
  • Sarita K. Hansen – 1 minutt og 5000 m
  • Jóhanna av Steinum – 1 minutt
  • Vár í Húsunum – 1 minutt
  • Kristvør K. Clementsen – 1000 m
  • Símun Heinesen – 5000 m
  • Pauli Joensen – 1000 m

Tað var um reppið, at Pauli og Kristjan rukku finalunum á 1 minutt teininum. Teir vóru ávíkavist tveir og tríggir metrar frá einum finaluplássi. Hetta vísir, hvussu hørð og jøvn kappingin var, og hvussu smálutir kunnu gera munin á hesum stutta og intensiva teinini, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Úrslitini síggjast her

Dagførd kl. 10.33


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder