Í dag er tað endaliga almanna kunngjørt, sum hevur verið greitt leingi: Gunnar Vatnhamar skal næstu árini spæla við Vejle Boldklub.
31-ára gamli føroyski landsliðsmiðverjin hevur skrivað undir sáttmála við Vejle, sum er galdandi til 30. juni 2029. Danska "tratiónsfelagið" staðfestir, at her hevur man fingið fatur á einum føroyingi við munagóðum royndum í altjóða royndum.
- Við 58 A-landsdystum og 36 dystum í evropeisku kappingunum fyri feløg er Gunnar Vatnhamar komin til Nørreskoven við munagóðum altjóða royndum. Hesar skal verjuprofilurin nýta í royndum okkara at koma skjótt upp í 3F Superliga aftur - samstundis sum hann skal tryggja sterkari leiðslu í verjupartinum.
![]()
Gunnar Vatnhamar eftir sigurin á Kekkia í fjør - sterki miðverjin hevur verið fastur á A-landsliðnum síðani 2020 (Mynd: Sverri Egholm)
Vejle hevur keypt føroyska landsliðsmiðverjan úr Víkingi Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar hevur spælt síðani apríl 2023.
- Hann vann greipuna fyrsta árið og meistaraheitið aftur í 2025. Hann var við at fáa felagið í eitt evropeiskt deildarspæl á fyrsta sinni, spældi 119 dystir fyri Víking, skoraði 12 mál og var týðandi fyri liðið frá byrjan.
Soleiðis skrivar íslendska felagið í sambandi við endaligu kunngerðina í dag. Víkingur Reykjavík er í løtuni á veg móti enn einum íslendskum meistaraheiti.
Video: Villur Gunnar Vatnhamar eftir seinasta heimadystin
![]()
Gunnar Vatnhamar takkar fyri seg eftir seinasta heimadystin (Mynd: Víkingur Fótbólti)
Leirvíkingurin skal ikki longur vera við at royna at fáa tað í hús: Ístaðin skal hann gera sítt fyri at fáa Vejle upp í Superliguna. Eftir seks umfør í næstbestu donsku deildini hevur fyrrverandi felagið hjá Viljormi Davidsen 14 stig og er nummar eitt.
Gunnar Vatnhamar kann fáa byrjanardystin fríggjakvøldið, tá Árni Nóa Atlason, Ari Olsen og hinir hjá Vendsyssel vitja. Miðverjin hevur havt fyrstu venjingina í Nørreskoven - hann fer at spæla við nummar 15 í Vejle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald