Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar vann á Vendsyssel og gomlum liðfeløgunum í fyrsta Velje-dystinum

Landsliðsmiðverjin spældi 85 minuttir fyri oddaliðið í Nørreskoven, meðan Ari Olsen og Árni Nóa Atlason spældi 90 minuttir. Emil Grønn Pedersen skoraði málið hjá gestunum. Poul Kallsberg var við í javnleiki í Køge.

Gunnar Vatnhamar fekk góða byrjan í donskum fótbólti (Mynd: Vejle Boldklub)

Gunnar Vatnhamar fekk góða byrjan í donskum fótbólti (Mynd: Vejle Boldklub)

2026-09-04 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 7. umfari í næstbestu donsku deildini vórðu spældir í dag - í tveimum av teimum spældu føroyingar.

Poul Kallsberg kom inn tíggju minuttir eftir steðgin í Køge, har Hillerød vitjaði. Tá var 1-0 til gestirnar, sum fóru eftir fyrsta landskappingarsigrinum í kappingarárinum. Men HB Køge megnaði at javna, so tað endaði 1-1.

Í Vejle var verulig føroyingauppgerð, har nógvir sum spældi við Víkingi, áðrenn teir fóru útum landoddarnar, hittust.

Talan var um fyrsta dystin hjá Gunnari Vatnhamar fyri Vejle, síðani hann kom úr Íslandi fyrr í vikuni. Royndi leirvíkingurin spældi 85 minuttir, og tað gekst væl: Vejle vann 4-1 eftir 4-0 í steðginum. 

Vendsyssel fekk eitt troystarmál eftir ein tíma. Tað setti innskifti Emil Grønn Pedersen, sum hevur spælt við 07 Vestur og HB, í netið. Ari Olsen og Árni Nóa Atlason spældu allan dystin fyri Vendsyssel.

[object Object]
Emil Grønn Pedersen, her móti Brøndby, skoraði móti Gunnari Vatnhamar og teimum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder