Ivamál hevur verið um Árna Frederiksberg, síðani hann fór av vøllinum í 1. hálvleiki í fyrra dystinum.
Nú er greitt, at evropeiska essið hjá KÍ ikki byrjar inn í seinna og avgerandi dystinum í 2. umfari í Champions League. Heldur verður hann goymdur sum ess og hóttan til seinni í dystinum. Ein dystur, sum kann enda við longdari leiktíð.
Viðmerkjarar: Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri enn við Árna
René Shaki Joensen er eisini millum teir á KÍ-bonkinum í Litava. Fjølbroytti spælarin kann sum skilst fáa ein leiklut fyri fyrstu ferð í ár.
Ístaðin fyri Árna Frederiksberg byrjar Filip Brattbakk á høgra vongi. Norðmaðurin kom eisini inn fyri Árna í Klaksvík.
Tá kom Mansour Sinyan inn á sentrala miðvøllinum, og norski leigusveinurin byrjar inni fyri KÍ á fyrsta sinni í lagnudystinum í Litava. Hetta undir liðuni á Halli Hansson, meðan Ousemma Ali verður vongur hesaferð. Annars er liðið hjá Magnus Powell tað seama.
![]()
Sjey útlendingar í uppstillingini hjá KÍ, nú 3. umfar í Champions League og deildarspæl er uppá spæl (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Mansour Sinyan var nær við at avgerða fyrra dystin og vísti dygdir (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Mansour Sinyan gjørdi vart við seg í fyrsta dystinum fyri KÍ
Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)
Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á tv.ki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald