Kappróður

Havnarbáturin vann norðoyastevnuróðurin

Førdi allan vegin, men tað gjørdist sera tætt í endaspurtinum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-30 18:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóri spenningurin undan fyrsta FM-róðrinum í ár hevur verið um 10-mannaførini.

Og tað bleiv øgiliga spennandi. Havnarbáturin førdi frá byrjan og eina løtu vóru allir menninir undan bæði Klaksvíkingi og Orminum Langa.

Í endaspurtinum fór Ormurin Langi at ganga skjótt og fór framum Klaksvíking og mundi eisini tikið Havnarbátin, sum í ár lutvíst er mannaður við suverenu manningini á Tórsbátinum í fjør.

[object Object]

Havnarbáturin kom á mál við tíðini 4:48.42. Ormurin Langi gjørdist nummar tvey við tíðini 4:49.07 og Klaksvíkingur á heimasjógvi nummar trý við tíðini 4:49.38.

Tætti róðurin boðar frá góðum til 10 mannafarsróðurin í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder