Fótbóltur

HB fer eftir øllum at døma at missa Ása Dam og Mathias Voss í vetur

Voss er á veg til Vendsyssel, meðan Ási Dam sum skilst skal til Sandnes Ulf. Talan er um tveir av drúgvastu HB'arunum í ár, hvørs sáttmálar ganga út við kappingarlok.

Nógv bendir á, at Ási Dam og Olaf Bárðarson vera liðfelgar í norskum fótbólti skjótt. Sandnes Ulf spælir í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv bendir á, at Ási Dam og Olaf Bárðarson vera liðfelgar í norskum fótbólti skjótt. Sandnes Ulf spælir í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-01 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir báðir útispælararnir við flest minuttum hjá í ár, sambært FaroeSoccer, eru tveir orkuríkir bakkar/kantar, sum vanliga hava eitt gott botnstøði. Ási Dam og serliga Mathias Voss hava aftur í ár staðið seg væl, serliga út á árið, men nú bendir alt á, at báðir fara útum landoddarnar í vetur.

Hetta eftir at verandi sáttmálar teirra við HB ganga út, og skulu teir sum skilst til ávíkavist Noregs og Danmarkar.

At Mathias Voss skal til Vendsyssel er nakað, sum bold.dk skrivaði um í síðstu viku. Og keldur hjá Portalinum váttað, at tað verður soleiðis: Skjóti høgri bakkurin/vongurin, sum kom til 07 Vestur í 2022, fer aftur til danskan fótbólt skjótt.

Harvið verður 24-ára gamli danin liðfelagi við Ari Olsen og Árna Nóa Atlason, umframt Emil Grønn Pedersen, sum eisini fór úr HB til Vendsyssel í vetur, eftir at sáttmáli hansara gekk út. Kim Engstrøm, sum var HB-venjari fyrsta partin av 2022, er høvuðsvenjari hjá Vendsyssel.

[object Object]
Mathias Voss, sum her fær reytt kort í Sarpugerði, hevur verið týðandi spælari hjá HB tað mesta av fýra kappingarárum (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin kann eisini avdúka, at alt bendir á, at Ási Dam skal til norskan fótbólt eftir hetta kappingarárið.

Talan er um eitt skifti til Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini, sum Olaf Bárðarson er knýttur at. Gøtumaðurin er á veg aftur frá skaða í løtuni. Hann og Ási hava sama umboðsfelag.

23-ára gamli Ási Dam hevur altíð spælt fyri HB. Hann er ágangandi spælari, sum kann standa seg væl í báðum síðum, og hevur Ási spælt sínar fyrstu A-landsdystir. Sum skilst hevur nakað av áhuga verið fyri honum uttanlands í eina tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder