Teir vóru ávikavist 21 og 18-ára gamlir, tá HM-endaspælið í Týsklandi fór av bakkastokki fyri nú tjúgu árum síðani. Áðrenn tað, undir tí og serliga síðani hava Cristiano Ronaldo og Lionel Messi av álvara staðfest nøvn síni á størstu fótbóltspallunum.
Ronaldo er 41-ára gamal og Messi 38-ára gamal, men teir hanga enn í og skora síni mál - hóast gerandisdagurin nú er í Saudiarabia og USA, heldur enn í Onglandi ella Spania. Ronaldo og Messi hava í øllum førum eitt stórt endaspæl eftir í sær, eru framvegis landsliðsliðformenn, og teir kunnu hittast til eitt seinasta stóra brak í HM-endaspælinum seinni í summar.
Í øllum førum fara teir at skriva enn eitt kapittul av fótbóltssøguni í bólkaspælinum - uttan so at skaði ella annað rakar áðrenn fyrstu HM-dystirnar hjá Portugal og Argentina, sum eru á skránni í næstu viku.
Cristiano Ronaldo og Lionel Messi eru tveir av seks mannligum spælarum, sum hava verið á vølli í fimm HM-endaspølum. Umframt teir báðar, sum hava verið við hvørjaferð síðani 2006, hava Lothar Matthäus (Týskland, heimsmeistari í 1990) og tríggir spælarar úr Meksiko eisini spælt í fimm endaspølum: Antonio Carbajal, Rafael Márquez og Andrés Guardado.
Márquez var liðfelagi við Lionel Messi fyrstu tíðina hjá argentinska gandakallinum á besta liðnum. Guardado hevur, eins og Messi og Ronaldo, spælt 2006, 2010, 2014, 2018, 2022. Skjótt leggja risa fótbóltsnøvnini 2026 afturat og fáa harvið, sum teir fyrstu, roynt gaggurnar í HM-endaspæli nummar seks.
Á kvinnusíðuni spældi Formiga úr Brasil í heili sjey HM-endaspølum.
Argentina skal verja sítt heimsmeistaraheiti frá 2022 og er í bólki við Algeria, Eysturríki og Jordan (bólki J). Fyrsti dysturin hjá Argentina í hesum HM-endaspælinum verður mikunáttina, ella tíðliga mikumorgunin, 17. juni, tá skjótt 39-ára gamli Messi og hinir hitta Algeria í Kansas City.
Portugal er í bólki K saman við Kongo, Uzbekestan og Kolumbia. Ronaldo og teir leggja fyri mikukvøldið 17. juni móti fólkaræðislýðveldnum mitt í Afrika - í Houston, Texas.
![]()
Cristiano Ronaldo í venjingardysti móti Kili, har portugisiki liðformaðurin, sum nú er farin um tey 40, misnýtti nakrar málmøguleikar (Mynd: Patricia De Melo Moreira/AFP/Ritzau Scanpix)
HM-endaspælið fer av bakkastokki hósvkøldið 11. juni klokkan 20 føroyska tíð, tá Meksiko og Suðurafrika bresta saman á mæta Azteca leikvøllinum í Meksiko býi.
USA og Kanada eru hinar vertstjóðirnar. Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at 48 lond vera við í einum HM-endaspæli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald