Fótbóltur

Hópurin til mongu Nations League-dystirnar kunngjørdur mánadagin

Á tíðindafundinum, sum byrjar klokkan 10, verður eisini staðfest, hvørjir skulu við til tríggjar teir seinastu EM-undandystirnir hjá U21. Nøkur ivamál eru.

2026-09-11 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í hesum mánaðinum og fyrst í oktobur verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni.

Hetta staðfestir Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari, í sambandi við at boðað verður frá landsliðsúttøkum mánadagin.

Og tað er ikki hissini skrá, sum bíðar í langa landsliðsvindeyganum: Fýra A-landsdystir og tríggir U21-landsdystir. 

25. sept.
Estland U21 – Føroyar U21 (Pärnu / 17:00)

26. sept.
Føroyar A – Kasakstan A (Tórsvøllur / kl. 17:00)

29. sept.
Moldova A – Føroyar A (Chisinau / 17:00)

30. sept.
Føroyar U21 – Luksemborg U21 (Djúpumýra / 17:00)

2. okt.
Føroyar A – Slovakia A (Tórsvøllur / 19:45)

6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Føroyar U21 – Ísland U21 (Tórsvøllur / 18:00)

UEFA hevur lagt landsliðsvindeyguni í september og oktober saman, og tískil verður tað sum eitt hálvt marataon hjá A- og U21-landsliðunum,  sum verða savnaði í stórar tvær vikur.

Mánadagin 14. september klokkan 10 verður tíðindafundur í trappustovuni hjá FSF.

Har fara Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari hjá monnum, og Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum, at kunngera hóparnar.

Eitt áhugavert hesaferð er, at spælarar í U21-aldri nokk "liggja eitt sindur ímillum hesaferð". Spælarar sum Áki Samuelsen, Mattias Hellisdal og Aron Benjaminsen eru góð boð til A-landsliðið; tveir teirra spæla nógv í Allsvenskan, og ein var stórur profilur í føroysku kappingi áðrenn sølu til skotska Hearts.

Annars er greitt, at A-landsliðið verður uttan spælarar sum Noah Mneney, Patrik Johannesen, Jóan Símun Edmundsson og mest sannlíkt eisini Jákup B. Andreasen.

FM1 sendir frá tíðindafundinum, og Portalurin hevur ymiskt tilfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder