Fótbóltur

Ikki nóg kaldir í hitanum

Hóast føroyska liðið hevði fleiri góðar málmøguleikar, vóru tað kortini estar, ið drógvu longra stráið, og vunnu at enda ein tepran 1-0 sigur á Føroyum.

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

2026-06-07 10:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Føroyska manslandsliðið má taka til takkar við at spæla um bronsuna í ársins Baltic Cup. Á Sanna Stadion í Pärnu taptu Føroyar leygardagin við einum máli ímóti ongum fyri Estlandi.

Føroyska liðið hevði annars munin í málkjansum bæði í fyrra og í seinna hálvleiki, men bólturin vildi ikki í estiska málið. Í staðin vóru tað estar, sum drógu longra stráið og vunnu at enda 1-0. Einasta málið í dystinum skoraði Tony Varjund tá 67 minuttir vóru spældir.

Í hinari hálvfinaluni, sum var millum Lettland og Litava, stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tí varð neyðugt við brotssparkskapping, sum litavar vunnu, og tað verða tískil Lettland og Føroyar, ið bresta saman í Riga týsdagin 9. juni klokkan 16:00.

Fleiri myndir síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder