- Vit hava spælt móti liði úr Lettlandi áður í kappingini, og tá taptu vit. So vit vita, at teir koma frá einari sterkari kapping - sterkari enn tí í Føroyum - og at hetta verður trupult. Men vit skulu avgjørt eftir møguleikanum, nú tað er seinasti dystarbólturin í mun til eitt deildarspæl. Og møguleikin er á pappírinum betri enn móti Lech Poznan.
Hetta segði Jonn Johannessen við FM1, tá Brynjar Jacobsen Poulsen bað KÍ-vongin meta um komandi mótsstøðuna: Riga FC í røkkstøkkumfarinum í Conference League.
Les eisini: Einki drama um dystin við Djúpumýru: Lettisku meistararnir eru lendir
Hetta var eftir dramatiska dystin á Argjum mánadagin, har júst Jonn Johannesen - sum innskiftari - avgjørdi í 94. minutti við máli til 4-3.
Sí eisini: Innskiftararnir hildu FM-stríðið tætt eftir stórt drama á Argjum
![]()
Ein ógvuliga fegin Jonn Johannesen eftir sigursmálið - fyrsta málið hjá nummar 11 hjá KÍ í ár (Mynd: Klaksvíkar ítróttarfelag/Kronberg Photography)
24-ára gamli klaksvíkingurin vísir annars til uppgerðina í 1. umfari í Conference League frá 2021, tá eitt annað lið frá Riga - RFS - sendi KÍ út eftir longda leiktíð í Klaksvík.
Nú skulu Jonn og hinir hjá KÍ royna at koppa Riga FC fyri at spæla seg í deildarspæl. Annars endar evropeiska árið hjá KÍ, áðrenn august er av, og tí er at leggja alla orku í hesa uppgerðina, staðfestir Jonn Johannessen.
Hoyr alla samrøðuna við Jonn Johannesen á Argjum her - parturin um uppgávuna móti Riga FC byrjar á 2.28
Fyrri dysturin millum KÍ og Riga FC veðrur spældur við Djúpumýru í morgin, hósdagin klokkan 18.30. Rúni á Reynatrøð og Jan Andreasen siga frá á FM1, og til ber at fylgja gongdini á Portalinum
Les eisini: KÍ kann aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald