Fótbóltur

Kasper Schmeichel leggur handskarnar á hillina

39-ára gamli málverjin spældi 120 landsdystir fyri Danmark, millum annað eina EM-hálvfinalu. Hann vann Premier League og FA Cup við Leicester og steðgar nú vegna álvarasaman skaða í økslini.

Ein av teimum við flest landsdystum fyri Danmark og fleiri stórum løtum á hægsta stigi (Mynd: EPA)

Ein av teimum við flest landsdystum fyri Danmark og fleiri stórum løtum á hægsta stigi (Mynd: EPA)

2026-05-27 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá mín sáttmáli við Celtic gongur út í juni, gevist eg sum fótbóltsspælari. Tað er ein avgerð, sum er tikin fyri meg. Eg havi verið í samráði við fleiri skurðlæknar og serfrøðingar, í mun til mína øksl. Teir hava sagt, at eg ikki skal vænta at spæla fleiri dystir á hægsta stigi. Eg havi gjørt mær nógvar tankar um hetta og meti, at hetta er rætta løtan.

Soleiðis sigur Kasper Schmeichel í samrøðu við danska TV2 í morgun. Hon varð gjørd í Parkini, har málverjin hevur spælt mangar landsdystir. Schmeichel yngri hevur spælt 120 ferðir fyri danska manslandsliðið. Bert pápin, Peter, Denis Rommedahl, Simon Kjær og Christian Eriksen hava spælt fleiri.

- Tað hevur altíð verið ein heiður og tað størsta at spæla fyri Danmark, sigur Schmeichel, sum javnan hevur borið liðskiparabandið.

Danskir viðmerkjarar eru so at siga á einum máli um, at hetta er ein av teirra størstu, sum nú steðgar.

[object Object]
Kasper Schmeichel eftir danska fjórðingsfinalusigurin undir EM-endaspælinum í 2021. Hálvfinalan á Wembley fyri skjótt fimm árum síðani, var størsti dysturin  Schmeichel spældi á landsliðnum (Mynd: EPA)

Kasper Schmeichel spældi í fýra endaspølum fyri Danmark. Í 2018 bjargaði hann brotssparki hjá Luka Modric í longdu leiktíðini HM-áttandapartsfinaluni móti Kroatia, men tað var ikki nóg mikið

. Tað var tað heldur ikki í longdu leiktíðini í EM-hálvfinaluni trý ár seinni á Wembley, tá Harry Kane skeyt. Ongland skoraði uppá returbóltin og kom í finaluna.

Royndi málverjin var ikki við í Kekkia, tá Danmark tapti HM-røkstøkkdystin í mars. Hetta vegna skaðan í økslini - sum nú eisini er orsøkin til, at heldur serstaki málverjin gevst.

Seinastu árini hevur Kasper Schmeichel spælt í Belgia, Fraklandi og Skotlandi. Annars hevur yrkisleiðin mest verið á bretsku oyggjunum, har stórur partur av uppvøkstri hansara var.

Mest kendur er Kasper Schmeichel fyri at vera tryggur aftasti skansi hjá Leicester í uppflyting til Premier League,varðveitslu av plássinum og sjálvandi ótrúliga meistaraheitinum í 2015/2016.

Schmeichel vann eisini FA Cup við Leicester í 2021. Tá helt danin málið reint móti Manchester City í søguliga steypasigrinum. Hann spældi 479 dystir fyri felagið.

Schmeicel móti Føroyum - í myndum

Í 2020 spældu Føroyar og Danmark venjingardyst í Herning og í 2021 tveir minniligar HM-undankappingardystir. Í níggjunda undandystinum vórðu Føroyar fyrsta liðið, sum skoraði móti Danmark og Schmeichel. Hetta dámdi honum illa.

[object Object]
Patrik Johannesen roynir at leggja trýst á Kasper Schmeichel í Herning. Danmark var á odda 4-0 áðrenn steðgin í hesum venjingardystinum - sum eisini endaði 4-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]Á fullsetta Tórsvølli 4. september 2021 høvdu Schmeichel og hansara menn størri trupulleikar av Føroyum, enn tey flestu høvdu væntað áðrenn. Útiliðið skoraði avgerandi málið, tá fimm minuttir restaðu í: Áðrenn og aftaná skaptu føroyingar støður og raktu eisini tvørtræðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Ein lættur Schmeichel heilsar uppá starvsfelagan Teit Gestsson eftir síðsta bríksl. Teitur stóð væl hetta kvøldið, og royndi danin átti fleiri rósandi orð til hann og mótstøðuliðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Í november 2021 var Schmeichel ikki so fegin um føroyingar: Ávaringarnir høvdu verið har og seint í undandystinum í Parkini stútaði Klæmint Andrasson Olsen bóltin í danska málið: Eingin annar, undan rituvíkinginum, hevði rakt donsku meskarnar í hesum bólkinum. Frøin á føroyingunum var øðilig hesa løtuna - Danmark økti tó til 3-1 stutt aftaná. Men eins og pápin, lat Kasper mál inn móti Føroyum í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder