Fótbóltur

KÍ koyrir venjaran til hús

KÍ og venjarin Magnus Powell enda samstarvið. Fróði Benjaminsen tekur yvir beinanvegin.

KÍ og Magnus Powel taptu steypafinaluna leygarkvøldið 2-0 móti Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og Magnus Powel taptu steypafinaluna leygarkvøldið 2-0 móti Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-06 15:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ og venjarin, Magnus Powell, og hjálparvenjarin, Thomas Gabrielsson, hava í dag valt at enda samstarvið.

Hetta sigur felagið í fráboðan fyri løtu síðani.

Fróði Benjaminsen, sum avtala annars er gjørd við at vera venjari frá næsta kappingarári, tekur yvir beinanvegin, nú farið verður inn í endaspurtin av landskappingini.

Magnus og Thomas vunnu greipuna í fjør, meðan partarnir eru samdir um, at kappingarárið ikki hevur livað upp til væntanirnar í ár.

KÍ tapti í gjár finaluna um Løgmanssteypið móti Víkingi 2-0.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder