Fótbóltur

KÍ trý stig nærri NSÍ

Tað endaði 3-0, hóast EB/Streymur hevði sínar møguleikar. Gott aftursvar hjá KÍ eftir at evropeiska luttøkan endaði - leygardagin er steypafinalan á skránni hjá verandi greipuvinnarunum.

Daniel Johansen og Páll Klettskarð vóru báðir við í tveimum KÍ-málum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Daniel Johansen og Páll Klettskarð vóru báðir við í tveimum KÍ-málum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-31 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at NSÍ vann 3-1 á AB í gjár, svaraði KÍ aftur í spenanndi meistarastríðnum. Eftir nakrar tungar dystir fekk liðið hjá Magnusi Powell góða uppliving við Djúpumýru.

Daniel Johansen, sum spældi við EB/Streymi fyrstu mongu árini av á sínari fótbóltsleið, legði KÍ á odda eftir 18 minuttir og gott spæl.

Tað gjørdist tó ikki nakar gongutúrur hjá KÍ. Serliga móti endanum av 1. hálvleiki og í løtum í 2. hálvleiki skapti EB/Streymur góðar støður og nakrar møguleikar.

Men Mark Jensen var í nøkrum førum væl fyri, millum annað eftir stóran møguleika hjá Hans Paula á Bø og gott EB/Streyma-álop í 65. minutti. KÍ stóð ímóti - og var effektivt.

Eftir eitt trýst og nøkur hornaspark økti innskifti Páll Andrasson Klettskarð. Talan va rum heldur margháttiligt mál, tí Daniel Johansen hevði skotið beint upp í vindin. Tað sá út til at bólturin fór væl uppum, men hann steðgaði nærvið við at fara frameftir, datt niður á tvørtræðið/fingrarnar hjá Jóannes Davidsen, og so var 9'arin hjá KÍ til reiðar.

Tað varð eisini 3-0, hóast útiliðið aftur hótti ímillum. Andras Olsen gjørdi heldur klossut brotspark móti Páll Klettskarð, og Árni Frederiksberg var ísakaldur.

Aftur trý stig á muni millum NSÍ og KÍ - og verandi føroyameistarar hava betri málúrttøku. Leygardagin spælir KÍ steypafinalu móti Víkingi. Landskappingin verður tikin uppaftur um ellivu dagar.

21. umfar í Meistaradeildini 
Mánadagin 31. august
KÍ - EB/Streymur 3-0 (1-0)
19' Daniel Johansen 1-0
69' Páll Andrasson Klettskarð 2-0
85' Árni Frederiksberg, br. 3-0

Meira um dystin her

Í gjár, sunnudagin 30. august
NSÍ - AB 3-1 (0-1)
3' Gunnar Reynslág 0-1
56' Sjálvmál (Mathias Brik Friis) 1-1
71' Meinhard Egilsson Olsen 2-1
82' Petur Knudsen 3-1

Reytt kort: 83' Petur Knudsen (seinna gula)

Sí eisini: Absurd um eg ikki sleppi at spæla móti Víkingi

Sí meira um dystin her

B36 - B68 1-1 (0-0)
83' Loick Jean Henri Lespinasse, br. 0-1
90 (+2)' Ragnar Samuelsen 1-1

Meira um dystin her

Skála - 07 Vestur 1-1 (1-1)
18' Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
33' Maxwell Effiom 1-1

Meira um dystin her

Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3

Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði

Aron Benjaminsen: Eg fari til Skotlands mánadagin

Stigatalvan:

[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder