Fótbóltur

Lagt er upp til upppflytingarveitslu á Sandi í dag

Um B71 vinnur á B36, ella um ÍF ikki fær fult á Eiði, er uppflytingin í hús. FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 12. Aftaná kunnu samrøður hoyrast, og myndir síggjast.

Ein sigur afturat, so er dreymurin hjá B71 veruleiki - og 15-ára bíðitíð av (Mynd: b71.fo)

Ein sigur afturat, so er dreymurin hjá B71 veruleiki - og 15-ára bíðitíð av (Mynd: b71.fo)

2026-08-29 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru 15 ár síðani, at fótbóltsfelagið á Sandi var at síggja í fremstu mansdeildini. Nú nærkast, til B71 aftur er Meistaradeildar-lið.

50 stig eftir tjúgu umfør og tjúgu stig niður til triðovasta liðið, sum kann flyta upp - tvey fara upp úr 1. deild - og harvið kann B71 avgerða alt í dag.

Hetta við sigri á næstbesta liðnum hjá B36, sum vitjar Inni í Dal klokkan 12.

Um tað skuldi kiksa, og B71 tapir fyrsta dystin síðani 2. umfar, so er tað eisini nóg mikið, at EB/Streymur fær stig móti ÍF. Hesi spæla samstundis á Eiði.

Men lagt er upp til at sterka B71-liðið ger arbeiðið liðugt, og FM1 og Portalurin verða við, tá hol mest sannlíkt verður sett á uppflytingarveitslu í Sandoynni:

Trygvi Absalonsen verður á Sandi og sigur frá dystinum saman við Eli Hentze, og eftir dystin verða samrøður at hoyra á FM1 og Portalinum, umframt myndarøð at síggja.

1. deild, 21. umfar
Leygardagin 29. august
12.00: B71 - B36 II
(FM1)

(12.00): EB/Streymur - ÍF

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder